Munurin millum rættingarnar hjá "Región Norðurjútland"

Content deleted Content added
nýggj grein
 
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Map DK Region Nordjylland.png|200px|thumbnail|Kort yvir Región Norðurjútland]]
'''Región Norðurjútland''' ([[Danskt mál|á donskum]]: '''Region Nordjylland''') er ein av teimum fimm [[Regiónir í Danmark|Regiónunum í Danmark]], sum vóru settar á stovn 1. januar 2007 eftir at [[Kommunalreformur 2007 (Danmark)|Kommunalreformurin]] varð samtyktur í 2005. Región Norðurjútland fevnir um tað fyrrverandi Nordjyllands Amt og um teir partar av tí gamla [[Viborg Amt]], ið liggja norðanfyri [[Limfjørður|Limfjørðin]], íroknað oynna [[Mors]]. Harumframt er tann norðari parturin av tí nú fyrrverandi Århus amt, har ið býurin Mariager liggur. Miðfyrisitingin hjá Regiónini liggur í Regiónshúsinum í Aalborg Eystur.
 
Regiónirnar í Danmar eru komnar í staðin fyri tey gomlu amtini, og talið av kommunum er minkað til 98. Tað eru 11 kommunur í Región Norðurjútlandi, fólkatalið er 580.272 (2013) og økið fevnir um 7.910 km². Regiónsráðsformaður er [[Ulla Astman]].