Munurin millum rættingarnar hjá "Bókasavnið við Løkin"

1.018 bytes løgd afturat ,  7 ár síðan
meira tekst + keldur
s (bólkur)
(meira tekst + keldur)
'''Bókasavnið við Løkin''' er skúla- og fólkabókasavn í [[Runavíkar kommuna|Runavíkar kommunu]]. Í august 2012 lat fólkabókasavnið alment upp í nýggju snotiligu hølunum við Løkin, har eisini fólkaskúlin og Løkshøll eru. Leiðari á bókasavninum er Svend Højgaard og hjálparfólk er Conny Rasmussen. Tveir skúlabókavørðir, Anja Pálsdóttir og Lena Jacobsen røkja skúlabókasavnstænastuna til næmingar og lærarar. Bókasavnið skipar fyri ymiskum tiltøkum, eitt nú sýning av filmum í Løkshøll,<ref>[http://aktuelt.fo/norski+filmurin+pionerur+verdur+syndur+i+nordurlandahusinum.html?fb_action_ids=314165545408546&fb_action_types=og.comments&fb_source=aggregation&fb_aggregation_id=288381481237582 Aktuelt.fo, Norski filmurin Pionérur verður sýndur í Norðurlandahúsinum og í Løkshøll]</ref> upplestrið av yrkingum vm. Bókasavnið liggur í sama bygningi sum Runavíkar kommunuskúli og Løkshøll[http://www.rks.fo/index.asp?pID=%7B626F2FD9-72D9-4836-8730-C97E13AA621E%7D rks.fo, Bókasavn, Vælkomin á Bókasavnið við Løkin, - nú eisini fólkabókasavn] á Rókarvegi 1 í [[Runavík]] og er opið fyri øllum seinnapartar gerandisdagar millum klokkan 13 og 18. Fyrrapartar virkar bókasavnið sum skúlabókasavn og verður brúkt av næmingum, lærarum og starvsfólki skúlans annars.
 
== Keldur ==
<references/>
 
== Slóðir úteftir ==
* [http://www.lokin.fo Bókasavnið við Løkin]
* [https://www.facebook.com/BokasavnidVidLokin Facebook-síðan hjá Bókasavninum við Løkin]
 
[[Bólkur:Bókasøvn]]