Munurin millum rættingarnar hjá "Sudan"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 38:
 
=== Sharia ===
[[Mynd:Taliban_beating_woman_in_public_RAWA.jpg|thumb|left|180px|Vanligt er at revsa við koyrilssløgum og tílíkum.]]
[[Islam]]iska stýrið í Norðursudan setti í verk sharialóggávu í 1983. Tá Sudan í 2009 varð býtt sundur í [[Suðursudan]] og Sudan, lovaði Omar Hassan al-Bashir, forsetin í norðara partinum, sum í dag er Sudan, at tjóð hansara skuldi handhevja sharialógirnar strangari frameftir. Fyri fyrstu ferð í 2014 síðan nýggj revsilóg varð sett í verk í Sudan í 1991 er eitt fólk dømt til deyða fyri trúarskifti <ref>http://america.aljazeera.com/articles/2014/5/15/sudan-woman-getsdeathsentenceforapostasy.html</ref>. Dómurin varð feldur í rætti í høvuðsstaðnum [[Khartoum]] í mai 2014. "Vit góvu tær tríggjar dagar at avnokta trúgv tína, men tú heldur fast við ikki at venda aftur til Islam. Eg dømi teg til deyða við heinging", segði dómarin Abbas Mohammed Al-Khalifa <ref>http://www.cnn.com/2014/05/15/world/africa/sudan-christian-woman-apostasy/</ref>. Tann 27 ára gamla Meriam Yehya Ibrahim varð eisini dømd fyri ótrúskap, tí [[Hjúnalag|hjúnarband]] hennara við [[Kristin|kristnan]] mann verður ikki góðkent í Sudan. Revsingin fyri hetta brotið var 100 koyrlasløg. Kvinnan er við barn og komin í áttanda mánað. Dómurin bíðar tó, til barnið er borið í heim. Sambært Al Jazeera er pápi hennara [[Muslimar|muslimur]] úr Sudan, og mamman er [[Ortodoksa kirkjan|ortodoks]] kristin úr [[Etiopia]]. Kvinnan hevur tikið við trúgv mammu sínar og er gift kristnum manni. Tá hon í rættarhølinum varð avhoyrd, noktaði hon, at hon hevði skift trúgv. Hon greiddi frá, at "hon altíð hevði verið kristin og ongantíð hevði skift trúgv" <ref>http://www.nrk.no/verden/kristen-kvinne-dodsdomt-i-sudan-1.11719754</ref>.
 
=== Innanlandsstríð ===
 
Óstøðug viðurskifti eru í sudanska [[Landslutir í Sudan|landspartinum]] Darfur. Vápnaða stríðið í Darfurlandspartinum byrjaði í 2003, tá Sudanska Frælsisørslan, nevnd SLM/A, og Rættvísis- og Javnrættindarørslan, nevnd JEM, fóru at kríggjast móti stjørnini í Sudan. Og tað hevur ikki gingið stillisliga fyri seg; morð, rán, og dráp hava merkt stríðið. Grundgevingin fyri álopinum var, at stjørnin í Sudan tók sudanesarar av arábiskum uppruna fram um sudanesarar av ikki-arábiskum uppruna. Sudanska stjørnin og JEM skrivaðu undir friðarsáttmála í 2010, men avtalan helt ikki. Støðan er tó meira fløkt enn so, stríðið er eisini um at fáa bestu landbúnaðarjørðina, umframt annað. [[Omar Bashir]] er eftir øllum at døma einasti einaræðisharri í heiminum, sum enn situr við valdið, hóast hann hevur ábyrgdina av, at fleiri hundraðtúsund folk eru tikin av døgum. [[Omar al-Bashir]] verður sjáldan nevndur í sambandi við menniskjaligu tragediuna í [[Darfur]] landspartinum, hóast hann er høvuðspersónur.
 
== Fólkið ==