Munurin millum rættingarnar hjá "Kirkjubøur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 10:
}}
 
'''Kirkjubøur''' er ein bygd í [[Streymoy]]. Umleið 7176 fólk búgva í Kirkjubø. Kirkjubøur er millum elstu bygdir í [[Føroyar|Føroyum]] og er ein hin søguríkasta. Bygdin var í [[miðøldin]]i, við sínum bispasæti, miðdepil fyri [[Átrúnaður|átrúnaðarliga]] og mentanarliga virkseminum í landinum. Umstøðurnar at búgva í Kirkjubø hava verið góðar. Gott rekapláss og góður sólargangur og tí eisini fruktargott. Bygdin hevur onkuntíð verið munandi størri, enn hon er nú, og hevur, har hon liggur mitt í landinum, eisini verið ein hin týdningarmesta [[Føroyar|føroyska]] bygdin.
 
Søguligi kongsbóndagarðurin, hin størsti í [[Føroyar|Føroyum]], hevur verið í somu ætt síðani miðskeiðis í [[16. øld]] við sínum sermerktu hugnaligu húsum. Ikki minst aldargomlu stokkastovurnar og roykstovan. Kendasta fornminni føroyinga er gamli dómkirkjumúrurin í Kirkjubø, St. Magnus Katedralurin ið helst ongantíð varð bygdur liðugur. Í Kirkwall í Orknoyum er ein St. Magnus Katedralur, vígdur sama halgimenni. Kortini er verandi sóknarkirkjan enn eldri, og er elsta kirkja í landinum. Saman við [[Velbastaður|Velbastað]] gjørdist Kirkjubøur partur av høvuðsstaðarkommununi [[1. januar]] í [[2005]].