Munurin millum rættingarnar hjá "Japan"

Content deleted Content added
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
Ursusmaritimus (kjak | íkøst)
Linja 72:
Frá fyrst í [[17. øld]] til miðskeiðis í [[19. øld]] hevði Japan lítið samband við umheimin. Tað gav japanarum høvi til at menna nýggjar listagreinir, sum lýstu gerandislív, [[vælferð]], [[Átrúnaður|átrúnaðir]] ([[Buddisma|buddismu]] og [[shintoisma|shintoismu]]) og náttúrufatan teirra.
 
Í nýggju dukkusjónleikaralistini ''"bunraku"'' rørdu dukkurnar seg so nettliga og væl, at áskoðararnir næstan hildu, at tær vóru livandi. Ímillum aðrar nýggjar listagreinir var eisini ''"kabuki"''-sjónleikur. Tað vóru sangleikir, leiktir í litføgrum búnum, sum viðgjørdu/umrøddu núlig evni í samfelagnum ella [[Søga|søguligar]] hendingar. Síðla í [[17. øld]] fóru japanar at gera træskurðarprent og at mála málningar. Summi prent vóru endurgerðir av gomlum listaverkum, onnur vóru livandi myndir úr gerandislívi. Tey vórðu nevnd ''"ukiyo-ye"''. Nøkur ''ukiyo-ye''-listafólk, sum til t.d. [[KatasushikaKatsushika Hokusai]] ([[1760]] - [[1849]]), eru vorðin heimsgitin.
 
Japanar vístu hugsan sína um náttúruna og vakurleika hennara á mangan hátt. Ein háttur var ''"bonsai"''-listin, pottaplanting, har ávís træsløg vórðu gróðursett í pottar og røkt soleiðis, at tey líktust vanligum trøum. Sum fráleið fingu teir tey at vaksa bæði innandura og uttandura. Nú á døgum hava mong fólk um allan heim bonsai-trø.
Linja 80:
Tey, sum hoyra til shintontrúnna, ið er ein av størstu átrúnaðunum í Japan, halda Fujifjallið ([[Fujiyama]]) verða heilagt. Fleiri túsund pílagrímar fara tungu leiðina upp á fjallið hvørt ár at vitja shintoheilgidómin, sum er á hægst á fjallinum. [[Fujiyama]] verur mett at vera tjóðarmerki landsins og tí hava mangir japanar mynd ella málning av [[Fujiyama]] uppi á bróstinum í húsum sínum.
 
Japanar fara í [[kimino]] (merkir "klæði") høgtíðardagar og aðrar hátíðarligar løtur. Kimino er síðermd kápa við breiðum belti um miðjuna. Hann er vovin úr silki, bummull ella ull. Mangir silkikiminoar eru litfagrir og vakurt baldýraðir.
 
== Sí eisini ==