Munurin millum rættingarnar hjá "Býarbókasavnið í Havn"

Content deleted Content added
Mimir22 (kjak | íkøst)
No edit summary
Mimir22 (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 2:
 
Býarbókasavnið er fólkabókasavnið í Havn. Býarbókavørður er Anna Brimnes, og afturat henni eru 13 starvsfólk. Øll kunnu læna á bókasavninum, bæði bøkur, [[ljóðbøkur]], filmar og bløð.
 
 
== Stutt um Býarbókasavnið ==
 
'''1969''' Tórshavnar kommuna setti Býarbókasavnið á stovn 1. apríl í leigaðum hølum í Niels Finsens gøtu 7. Støddin var 514 fermetrar.
 
'''1990''' Bókasavnið leigaði eina hálva hædd afturat.
 
'''1993''' Hølini, ið fyrr vóru tekniska deild hjá Tórshavnar kommunu, vórðu tikin upp í bókasavnið.
Bókasavnið er nú 813 fermetrar í 4 hæddum, á 1. hædd er inngongd, á 2. hædd er avgreiðsla, lesistova og útlán fyri vaksin, á 3. hædd er barnabókasavnið og skrivstovur, og á 4. hædd er goymsla, skrivstova og starvsfólkahøli.
 
'''2006''' fekk bókasavnið lyftu.
 
 
== Býarbókasavnið, bøkur, tilfar og virki ==
 
 
Bókasavnið eigur o.u. 74.500 bøkur og tíðarrit (2005).
91.508 vitjaðu bókasavnið í 2005.
6 teldur eru fyri brúkarar til internetnýtslu, 1 arbeiðstelda til at skriva umsóknir, uppgávur og tílíkt, 5 teldur eru til innnanhýsisleiting, 2 spæliteldur eru á barnabókasavninum (2005).
10 skúlabókasøvn í Tórshavnar kommunu og Kollafjarðar bygdar- og skúlabókasavn samstarva við Býarbókasavnið.
Bókasavnið hevur samstarv við 6 stovnar ([[ellisheim]], [[Varðhaldið]] o.t.) í býnum um útlán.
11 fulltíðarstørv eru á bókasavninum, 5 skrivstovufólk, 5 bókavørðir og býarbókavørðurin. Í hesum størvum eru sett 14 fólk.
 
'''1982''' fór bókasavnið at læna út [[ljóðbøkur]].
 
'''1998''' varð alt tilfarið skrásett á teldu.
 
'''2004''' fór bókasavnið at læna út dvd-filmar.
 
'''2005''' varð nýggj, nútímans telduskipan keypt og sett í verk.