Munurin millum rættingarnar hjá "Fámjin"

Content deleted Content added
VerdunamMoa (kjak | íkøst)
No edit summary
s dagførdi fólkatalið í infoboksini
Linja 6:
kommuna = Fámjins kommuna|
markatal = 24|
íbúgvar_ár = 20072013|
íbúgvar = 113106|
viðmerkingar =|
}}
 
'''Fámjin''' liggur mitt á vestursíðuni á [[Suðuroy]]nni, sum mest sum øll er høg og brøtt og ring at koma til. Einans heilt fáar bygdir eru at finna her. Norðan- og vestanfyri er bakkin høgur og brattur undir [[Gluggarnir|Gluggunum]] (610 m), hægsta fjalli í Suðuroy, har markið er móti [[Froðba|Froðbiar]] sókn. Millum Laðafelli og Borgarknapp er markið móti [[Hov]]i, og víðari úr hesum vakra tindi yvir Borgina og Glopprók í Gásadalsgjógv er markið móti [[Vágur|Vági]]. Sunnan fyri bygdina er bakkin eisini høgur. Gjøgnum tann breiða dalin, ið er umgivin av kambum, tindum og botnum, rennur Áin Mikla. Fleiri smá vøtn eru við ánna. Á hjallanum norðanfyri bygdina er tað stóra [[Kirkjuvatn]]. Hóast einki sethús er í gerð í bygdini, so hevur fólkatalið seinastu 30 árini ligið støðugt omanfyri 100. Seinasta uppgerðin frá [[Hagstova Føroya|Hagstovuni]] í februar 2014 vísir, at 106 fólk búgva í Fámjin,<ref>[http://www.hagstova.fo/fo/hagtalsgrunnur/ibugvar-og-val/folkatal hagstova.fo]</ref> og er tað lægsta fólkatalið síðani 1985. Tá fólkatalið í [[Fámjins kommuna|Fámjins kommunu]], sum bert snýr seg um hesa einu bygdina, var uppá tað mesta vóru 135 skrásett her. Hetta var í 1993, men síðani er talið minkað javnt og samt.
 
Tvørtur um ta breiðu víkina, har bygdin liggur í fleiri býlingum, er eitt sandriv, ið verjir móti tí opna havinum. Ein siglingarrenna er opin í rivinum. Inni í pollinum er kyrt, sum í eini havn, og hagar reka teir grind. Fámjin er [[grindavág]]. 24 [[mørk|merkur]] í [[jørð]] eru í Fámjin, av teimum 2 merkur og 5 [[gyllin]] [[kongs]]. Hagarnir eru Botnur, Múlhagi, Rókhagi, Fjallið Mikla, Miðhagi (deildur í Sunnara og Norðara part), Hamrahagi og Fløtan. Í Fámjin var smoltstøð, hon lat aftur í 2003. Nú er sparkivøllur á staðnum, har sum kørini hjá smoltstøðini stóðu. Í 2006 vann Fámjin heiðurin sum best røkta bygd, umframt best røkta strandarlinja. Aftur í 2010 vann Fámjin heiðurin at vera best røkta bygd.