[[Mynd:Dømijohanpetersen.jpg]]Guitarleikarin Johan Petersen (f. 1980) er fuglfirðingur, búsitandi í Odense. Hann byrjaði at spæla guitar, tá hann 13 ára gamal og hevur síðani nomið sær kunnleika innan tónleikin. Seinastu árini hevur hann búleikast í Odense, har hann hevur spælt við fleiri bólkum. Kendastur í Føroyum er bólkurin Fuzzphase ið seinni hevur broytt navn til [http://www.thejoules.com The Joules], sum hevur havt løg við á 15 Teimum Bestu og verið á mini-konsertferð í Føroyum á heysti 2006. Í The Joules er Johan tónasmiður, guitaristur og sangari.