Munurin millum rættingarnar hjá "Heimastýrislógin"

Content deleted Content added
núverandi? hetta er skrivað í 2005, so tað er ikki sama samgonga ið situr nú.
dagføring, um Yvirtøkulógina
Linja 34:
 
Øll, ið lesa heimastýrislógina, tykjast tulka hana upp á sín egna máta. Og júst hesin eginleikin, at hon kann tulkast so ymiskt, er ivaleyst grundin til at hon hevur verið so leingi í gildi uttan so mikið sum at verða broytt.
 
== Yvirtøkulógin ==
Á Ólavsøku 2005 kom [[Yvirtøkulógin]] í gildi. Lógin er eitt ískoyti til Heimastýrislógina og gevur Føroyum eina nýggja sjálvstýrisskipan. Danska grundlógin, Heimastýrislógin og Yvirtøkulógin avgerða støðu Føroya í danska ríkinum. Í yvirtøkulógini verður nevnt, at lógin byggir á ein sáttmála millum Føroya landsstýri og donsku stjórnina sum tveir javnlíkar partar. Við Yvirtøkulógini eru møguleikarnir hjá Føroyum at yvirtaka økið ið hava verið donsk mál, víðkað munandi. Føroyskir myndugleikar hava útinnandi og lóggevandi vald yvir teimum málum, ið eru yvirtikin og hava eisini fíggjarligu ábyrgdina av teimum. Tað eru føroyskir myndugleikar ið avgerða, nær eitt málsøki verður yvirtikið.<ref>[http://www.stm.dk/_a_2565.html stm.dk, Den færøske selvstyreordning]</ref> Mál ið ikki kunnu yvirtakast, og sum yvirtøkulógin tí ikki fevnir um:
 
# Stjórnarskipan danska ríkisins
# Heimarætt danska ríkisins (Statsborgaraskapur)
# Hægstarætt danska ríkisins
# Uttanríkis-, trygdar- og verjupolitikk
# Gjaldoyra- og peningapolitikk<ref>[http://www.logir.fo/foldb/llofo/2005/0000079.htm logir.fo, LÓG NR. 79 FRÁ 12. MAI 2005 UM MÁL OG MÁLSØKI FØROYSKRA MYNDUGLEIKA AT YVIRTAKA ]</ref> <ref>[http://www.stm.dk/_p_5638.html stm.dk, Lov om de færøske myndigheders overtagelse af sager og sagsområder]</ref>
 
== Keldur ==
<references/>
 
== Útvortis slóðir ==