Munurin millum rættingarnar hjá "Sjónleikur"

Content deleted Content added
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
Werddemer (kjak | íkøst)
Linja 6:
Sjónleikurin hevur djúpar røtur aftur í mannasøguna. Granskarar føra hesa listargreinina aftur til ritualini, sum vóru partur av frummentanum hjá fyrstu menniskjunum (og kunnu eygleiðast enn í dag hjá sonevndum frummentanum). Hildið verður at hesi ritual hava havt sín uppruna í eini viðføddari trongd hjá menniskjum at endurgeva veruleikan í spæli.
 
[[Evropa|Evropeisk]] leiklist, sum vit kenna hana í dag, hevur sínar røtur í [[Grikkaland|griksku]] leiklistini, sum var í hæddini umleið 500-300 f.Kr. Serliga hava harmaleikirnir hjá [[Ayskylos]], [[Sofokles]] og [[Evripides]], sum vóru skrivaðir og spældir í tíðarskeiðnum 500-400 f.kr., havt stóra ávirkan á seinni leiklist. Ikki minst tí at [[Grikkaland|grikski]] heimsspekingurin og vísindamaðurin [[Aristoteles]] skrivaði bókina ''Um yrkingalistina'', ið lýsir [[Grikkaland|griksku]] dramaini og greiðir frá, hvussu eitt drama eigur at vera uppbygt fyri at hava mestu listarligu ávirkanina á áskoðaran. [[Grikkaland|Grikska]] dramaið og [[AristotlesAristoteles|Aristotelesar]] lýsing av tí gjørdist fyrimynd fyri [[Evropa|evropeiska]] sjónleikaskriving frá renesansuni og fram.
 
Tað naturalistiska dramaið, sum var í hæddini í tíðarskeiðnum [[1870]]-[[1900]] og framvegis má sigast at vera tað, ið vit uppfata sum normurin, ið øll onnur leiklist verður mett eftir, byggir grundleggjandi á leiklistarfrøðiligu grundreglurnar í [[Grikkaland|grikska]] dramanum: Har ein høvuðspersónur, sum vit liva okkum inn í, har er ein søgugongd við eini innbygdari konflikt, sum verður spent upp, til hon umleið miðskeiðis í gongdini nær einum punkti, har tað ikki vendist aftur (point of no return), og síðani fylgir ein gongd, har hendingagongdin miðvíst fer ímóti einum enda, sum annað hvørt upploysir konfliktina (hollywood-modellið) ella førir til katastrofu fyri høvuðspersónin (tað siðbundna dramaið). Tann naturalistiski sjónleikurin er førdur víðari við filmslistini, har tað sonevnda hollywood-modellið fyri filmshandritaskriving í stóran mun nýtir grundbygnaðin í naturalistiska dramanum.