Munurin millum rættingarnar hjá "Palestina"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 21:
=== Sameindu Tjóðir ===
 
Frøin var stór á [[Vestara Áarbakka]] og í [[Gasageirin|Gazageiranum]], tá [[ST]]-aðalfundurin 29. nov. 2012 samtykti at geva Palestina eygleiðarastøðu í heiomsfelagsskapinumheimsfelagsskapinum <ref>http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Soleklar-FN-seier-for-palestinerne-7058528.html</ref>. Hóast harða mótstøðu frá serliga [[USA]] og [[Ísrael]] atkvøddu 138 av teimum 193 limalondunum fyri. Teirra millum vóru eitt nú [[Noreg]], [[Danmark]] og [[Ísland]]. Samtyktin gevur Palestina eygleiðarastøðu sum ikki-limaland, og tað er sama støða, sum [[Vatikanríkið]] hevur. [[Týskland]], [[Stóra Bretland]] og [[Avstralia]] vóru millum londini, sum ikki atkvøddu. USA, [[Kanada]], Ísrael, [[Kekkia]], [[Panama]], [[Palau]], [[Nauru]], [[Mikronesiasamveldið]] og [[Marshalloyggjar]] atkvøddu ímóti. Ísraelski ST-sendiharrin, [[Ron Prosor]], segði at samtyktin er eitt afturstig fyri friðartilgongdina í [[Miðeystur|Miðeystri]]. Tað sama segði amerikanski ST-sendiharrin, [[Susan Rice]].
 
== Fólkið ==