Munurin millum rættingarnar hjá "Noreg"

Content deleted Content added
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 39:
Fyrsta, vit hoyra um Noreg í søguni, er, at landið var býtt í høvdingadømi, og hvør høvdingur ella kongur hevði rætt til at taka skatt av tí landsparti, hann sat á <ref>http://snl.no/Norge/historie_%E2%80%93_3</ref>. Sambært [[kongssøgum]] savnaði [[Haraldur Hárfagri]] alt Noreg undir ræði sítt. Í 872 hevði hann skipað lensmansríki í Noregi. Av harðræði hansara var stór útflyting vestur í hav til [[Føroyar|Føroya]], [[Hetland]]s, [[Orknoyar|Orknoya]], [[Ísland]]s, [[Grønland]]s og aðrar staðir. Tó at hesi londini tá vóru uttanfyri Noregs ríki, vórðu tey øll løgd undir norskt kongsvald seinni.
 
Upp gjøgnum tíðirnar var Noreg viðhvørt sjálvstøðugt, viðhvørt undir [[Danmark|donskum]] yvirvaldi og viðhvørt undir [[Svøríki|svenskum]]. Men mest av tíðini vavar tað sjálvstøðugt kongsríki, hóast tað var undir útlendskum yvirvaldi. Tað var hetta, ið gjørdi tað gjørligt hjá noregsmonnum at loysa frá Svøríki í 1905. Eitt nýtt fullveldisríki varð ikki stovnað við hesum. Tað einasta sum hendi, var at svenski kongurin varð settur frá í Noregi, og politiska samstarvið millum Noregs og Svøríkis uppsagt.
 
Í krígsárunum 1940-45 var Noreg hersett av týskarunum, og vóru hetta hørð ár hjá norðmonnum. Nógv fólk varð sent av landinum og sett í fangatippir í [[Týskland]]i. Í 1939 komu loynilig boð um, at sinnissjúk, kryplar, evnaveik og tey, sum høvdu øgrøðandi sjúku, skuldu verða dripin <ref>http://www.folkemord.no/Norge/8904/8526</ref>. Søkt var eisini at samkyndum, og [[Løgregla|løgreglustøðirnar]] fingu boð um at geva loyniløgregluni lista við samkyndum fólki. Nazistarnir nevndu hetta miskunnardráp. Summir býirnar vóru ógvuliga illa viðfarnir. Ringast var í Norðurnoregi, har settu [[Týskland|týskar]] herdeildir eld á nógvar bygdir og noyddu fólkið at flyta suður í landið, og vegir og brúgvar sprongdu teir. Afturat hesum kom, at nógv av farmaskipunum, sum sigldu við førningi fyri tey sameindu londini, vóru søkt, so handilsskipaflotin minkaði ógvuliga nógv. Tað var tí eitt tungt tak at fáa alt aftur í rættlag, tá ið kríggið var uppathildið. Men norðmenn stóðu saman og væl gekst. Nú standa nosslig hús aftur á toftunum, og farmaskipaflotin er størri enn nakrantíð.