Munurin millum rættingarnar hjá "Pakistan"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 27:
|}}
 
'''Tað Islamska Tjóðveldið Pakistan''' (enskt ''Islamic Republic of Pakistan'', urdu اسلامی جمہوریۂ پاكستان ) varð sett á stovn í 1947 at hýsa muslimunum í [[India]]. Landið var í tveimum - Eysturpakistan og '''Vesturpakistan''', men í 1971 tók Eysturpakistan loysing og nevndi seg [[Bangladesj]]. Vesturpakistan nevndi seg Pakistan. Pakistan hevur í 2014 umleið 200 milliónir íbúgvar <ref>http://data.un.org/CountryProfile.aspx?crName=Pakistan</ref>. Pakistan hevur mark við India, [[Iran]], [[Afganistan]], [[Kina]] og hevur tann fyrimun at hava atgongd til heimshøvini um Flógvan. Pakistan hevur tí avgerandi geopolitiskt strategiska støðu í mun til økið annars. Tað pakistanska samfelagið er bæði óstøðugt og spjatt, og er higartil tað einasta muslimska [[kjarnor|kjarnorkuveldið]] <ref>http://globalis.no/Land/Pakistan</ref>. Høvuðsstaðurin í Pakistan eitur [[Islamabad]]; hann stendur í fjøllunum tætt við Rawalpindi. Høvuðsstaðurin er nýggjur býur; farið varð at byggja hann í 1961. Navnið Islamabad merkir "staður Islams". Býurin er bygdur eftir býarætlan, og har eru mong opin torg og breiðir vegir. Størsti og týdningarmesti býurin er havnabýurin [[Karachi]]; harí búgvasjálvum fleiribýnum ennbúgva umleið 12 milliónir íbúgvar, meðan tað í Karachi og økinum rundanum búgva 23,5 mió. fólk.
 
Alt síðan Pakistan gjørdist frælst ríki, hevur marknastríð verið ímillum pakistanar og indar um muslimska landslutin [[Kashmir]], ið hoyrir til India, men sum Pakistan sigur seg eiga. Tá ið India varð býtt sundur í 1947, kom landsluturin, har flestu fólk eru [[muslimar]], undir India, har mesta fólkið er [[Hinduisma|hinduar]], ístaðin fyri islamska tjóðveldið Pakistan, har tey flestu eru muslimar. Kríggj brast á, og landsluturin varð býttur ímillum tey bæði londini í 1949. Bæði Pakistan og India krevja enn hetta økið <ref>http://snl.no/Kashmir</ref>.