Munurin millum rættingarnar hjá "Feigdarsveimari"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 14:
| flokkingarnavn_serfrøðingur = [[Carolus Linnaeus|Linnaeus]], 1758
}}
[[File:Apus apus MHNT ZOO 2011 11 159 Le Louvres Paris.jpg|thumb|'' Apus apus '']]
 
'''Feigdarsveimari''' (frøðiheiti - ''Apus apus'') er svartur um allan kroppin, uttan undir øsinum hevur hann ein hvítan blett, og hann er torførur at síggja. Gamlir fuglar eru eisini eitt sindur ennihvítir. Sum sagt er um sveimararnar, so flýgur hann á eyðkendan hátt við stinnum veingjum, og tað stendst av tí sermerkta veingjarskapinum. Velið er stutt og sýlt. Hann flýgur ofta ógvuliga skjótt, ella hann sveimar leingi. Floglátið er høg og langdrigin skríggj, og tað hoyrist mest á reiðurstaðnum. Av tí at sveimarar flúgva so fram úr væl, koma onnur sveimarasløg av og á, tó sjáldan, í Norðuratlantshav. Til dømis [[alpusveimari]] úr [[Suðurevropa]] er størri og ljósari. Hann er eisini nógv hvítari um búkin. Feigdarsveimarin er vanligur búfuglur víða um í [[Ásia]], [[Evropa]] og [[Afrika|Norðurafrika]]. Hann er flytifuglur, um veturin er hann í Suðurafrika. Hann eigur ikki í Norðuratlantshavi, men er vanliga at síggja her um summarið frá mai mánaði út í september (teir flestu í juni-juli). Feigdarsveimari kemur heilt norður til [[Ísland]]s. Hann flýgur vanliga fram við fuglabjørgum, tí har tekur hann nógv flogkykt á flogi heitar summardagar. Fuglabjørgini líkjast nógv bústaði hansara í Evropa, býum við høgum húsum.