Munurin millum rættingarnar hjá "Skúgvoy"

Content deleted Content added
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
sNo edit summary
Linja 11:
}}
 
'''Skúvoy''' er oyggjein [[útoyggj]] vestan fyri [[Sandoy]]nna. Skúvoyggin er sera kyrruvont pláss, men frá seinnu helvt av [[1960-árini|1960'unum]] og til dagin í dag, er rættiliga nógv gjørt fyri at bøta um lendingarviðurskiftini. Skúgvi liggur ímillum [[Stóra Dímun|Stóru Dímun]] og Sandoy. Tað er ein grøn vøkur oyggj við einari fjølbroyttari og stórslignari náttúru. Fuglameingið er stórt, og bjørgini bera nógvan fugl. Tey seinnu árini hevur tó verið afturgongd, serliga í lomvigastovninum. Skúvingar hava, sum kent er, tikið bæði egg og fugl, hetta hevur verið eitt gott ískoyti til húsarhaldið. Landbúnaður er eins og á hinum [[Útoyggjar|útoyggjunum]] tað, sum tey flestu takast við. Av øðrum virksemi eru tænastur fyri strandferðsluna, avgreiðsla av [[Tyrlur|tyrluni]], skúlaverkið og innan heilsurøktina. Í Skúgvi eru góðir møguleikar fyri framburði og menning. Landbúnaðurin kann við betur fyriskipanum gerast ein lønandi vinna. Tað tilfeingi, sum oyggin hevur, kann gagnnýtast til fulnar, tá umstøður fyri framleiðslu undir heilsufrøðiligum góðkendum umstøðum vera til staðar. Ferðavinna er ein góður møguleiki í Skúgvi.
 
Sildberin røkir farleiðina eftir sjónum til Skúvoyar, allir túrar undantikið ein hvønn yrkadag eru við tilkalling. Tyrlan røkir loftvegis sambandið, mikudag, fríggjadag og sunnudag. Ritan siglir við farmi av Havnini eina ferð um vikuna.