Munurin millum rættingarnar hjá "Páskir"

Content deleted Content added
 
No edit summary
Linja 7:
 
Páskir er kvennkynsorð í fleirtali og ikki hvørkikynsorð, sum hoyrist so mangan. Tí eiga vit av røttum at siga eitt nú "gleðilig'''ar''' páskir" og ikki "gleðilig páskir", "eg var og ferðaðist um páski'''rnar'''" og ikki "um páskini". Í [[Norrønt|norrønum]] máli var tað kallkynsorð í fleirtali páskar, men kom eisini fyri sum kvennkynsorð í sama sniði. Men í norrønum kemur tað eisini hendingaferð fyri í teirri mynd, sum vit kenna tað: páskir sum kvennkynsorð. Soleiðis t.d. í hinum stóra fornnorska bíbliusøguverkinum, sum gongur undir navninum Stjórn. Har stendur undir 1. Mósebók "laugardaginn fyrir pásk¬ir", t.e. "leygardagin fyri páskir". Á [[Íslendskt mál|nútíðaríslendskum]] er tað kallkynsorð páskar. Men hví er so stór óvissa um kyn og form á hesum orði longu frá fyrndini? Frágreiðingin man helst vera tann, at hetta er tøkuorð, ikki upprunaorð í málinum, men innkomið uttaneftir, t.e. sunnaneftir við [[Kristindómur|kristindóminum]]. Tað er komið um [[Grikskt mál|grikskt]] og [[Latínskt mál|latín]] úr [[Hebraiskt mál|hebráiskum]] máli, tí máli, sum [[Gamla Testamenti]]i er skrivað á, har tað æt ''pesach'' og merkti "páskalamb". Ein týðandi táttur í páskahaldinum hjá gýðingum var at eta páskalambið. Á [[Týskt mál|týskum]] eita páskir ''Ostern'' og á [[Enskt mál|enskum]] ''easter''. Hildið verður, at tað er komið av navninum á eini gyðju ella gudinnu fyri várinum. Tað er skylt millum annað við ættarnavnið eystur, har sum [[sólin]] kemur upp.
 
== Jødiskir páskasiðir ==
 
[[Jødar]] halda páskir til minnis um, tá ið ísraelsfólk sluppu út úr [[Trælahandil|trælahaldinum]] í [[Egyptaland]]i. [[Jerúsalem]] í [[Ísrael]] var staðurin, har øll fóru á páskum, tí her stóð [[Sálomonstemplið|templ­ið]]. Tá ið tað var rivið niður, seinastu ferð ár 70 e.Kr., helt fólkastreymurin uppat, men enn er Jerúsalem staðurin, har nógvir jødar ferðast á páskum. Í tempultíðini ofraðu tey lomb á páskum. Í dag eta jødar páskamáltíð, har maturin hevur symbolskan týdning. 

Jødisku páskirnar stava frá tí ferðini, tá ið Gud bjargaði ísraels­ fólki undan teimum tíggju plágunum. Tá ið tíggjunda plágan skuldi koma, sigur Gud ísraelsfólki, hvussu tey skulu bera seg at, skal deyðseingilin ikki koma á gátt. Tað var blóðið av lambi, ið skuldi smyrjast um úthurðina, sum tekin fyri, at Gud vildi bjarga teimum. Hetta var ikki fremmant fyri teimum, tí vanligt var at ofra til Gud, at bøta um syndir, og tá varð blóð nýtt. Prestar tóku sær av hesum. Blóðið av lombum undan [[Seyður|seyði]] ella geitum varð ofrað á altarinum í templinum. Fólk tóku deyða lambið, ið tey høvdu samsýnt fyri, heim við sær og [[Matur|mat­]] gjørdu. Hetta var páskalambið, sum tey ótu á páskum. Jødar ferðaðust tríggjar ferðir um árið til Jerúsalem, tá ið templið stóð. Teir høvdu offurgávu við sær til prestarnar og templið.
 
[[Bólkur:Hátíð]]