Munurin millum rættingarnar hjá "Skírhósdagur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Última_Cena_-_Da_Vinci_5.jpg|thumb|right|270px|Hendan dag heldur [[Jesus]] seinastu máltíðina saman við lærusveinum sínum og sigur teimum, at hann fer at doyggja, men at hann eisini fer at rísa upp.; Jesus innsetir kvøldmáltíð­ina, ið saman við [[Dópur|dópinum]] umboðar tey bæði sakramentini í [[Lutheranisma|lutherska]] kristindóminum.]]
'''Skírhósdagur''' er [[hósdagur]]in í stilluviku. Skírhósdagur er heiligdagur í nøkrum fáum londum í heiminum. Navnið merkir reinur – ''skírur''. Hendan dagin innsetti Jesus heilagu kvøldmáltíðina og vaskaði lærusveinunum um føturnar. Seinni sama dag varð Jesus svikin av Judasi í [[Getsemane]] urtagarði. Hin seinasta kvøldmáltíðin Jesus hevði sagt lærusveinunum frá, at hann fór at líða nógv, og at fíggindar hansara fóru at taka hann av døgum. Eftir at hava verið saman við teimum í trý ár, skuldi hann verða tikin frá teimum. Kvøldið fyri, at Jesus skuldi krossfestast, sótu hann og lærusveinarnir í eini loftsstovu. Jesus át sína seinastu máltíð saman við teimum. Her innsetti hann heilagu kvøldmáltíðina við at geva lærusveinunum breyð og [[vín]], sum hann segði var likam og blóð sítt. Teir skuldu eta breyðið og drekka vínið til tess at minnast Jesus. Aftaná segði hann, at ein av lærusveinunum fór at svíkja hann. Judas fór sama kvøldið til høvuðsprestarnar og segði teimum frá, hvar teir kundu finna Jesus og taka hann.