Munurin millum rættingarnar hjá "Keypmannahavn"

Content deleted Content added
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 41:
== Ferðsla ==
 
Í stórbýum sum Keypmannahavn er nógv fartan aftur og fram. Fólk, sum arbeiða í øðrum býarparti, enn har tey búgva, mugu fara hvønn dag ímillum heim og arbeiði. Nógv fólk súkkla til og frá arbeiði, til og frá skúla ella universiteti, til hetta endamál eru súkklubreytir á báðum síðum á mestsum øllum teimum størru vegunum í Keypmannahavn. Í Keypmannahavn arbeiða uml. 2/3 í aðrari kommunu enn teirri, tey búgva í. Tí er nógv ferðsla tíðliga um morgunin, tá ið fólk fer til arbeiðis, og seint seinnapartin, tá ið fólk kemur heim aftur. Nógv av hesum fólkum í Keypmannahavn koyra sjálv, men nógv brúka eisini almenna ferðasambandið: bussar og tok. Í Keypmannahavn eru fleiri enn 100 bussleiðir, sum binda allan býin saman. Í Keypmannahavn eru eisini tokleiðir, S-tok, sum flyta fólk stað úr staði bæði skjótt og væl. Hvønn dag fara eini 200.000 fólk úr forstaðunum inn til sjálva KeypmannahavnKeypmannahavnar til arbeiðis. Flogvøllurin í Keypmannahavn er [[Kastrup Flogvøllur]].
 
== Bøkur ==