Munurin millum rættingarnar hjá "Viborg"

Content deleted Content added
No edit summary
skrivaði meira tekst
Linja 1:
[[Mynd:Viborg fra Norreso.jpeg|thumbnail|Útsýnið yvir býin og Viborg Dómkirkju.]]
'''Viborg''' er ein býur í [[Jútland|Miðjútlandi]] í [[Danmark]]. Í býnum búgva 38.572 fólk (2014), hetta fólkatalið ger Viborg til tann 17. størsta býin í [[Danmark]]. Viborg er høvuðsbýur í [[Viborg kommuna|Viborg kommunu]], fólkatalið í Viborg kommunu er 94.486 (2014). Býurin er ein av elstu býunum í Danmark og liggur mitt í Jútlandi við tann søguliga Hernaðarvegin. Navnið á býnum, sum gjøgnum tíðirnar er blivið skrivað sum Wibjerg, Wibiærgh, Wybærgh, Wiburgh og á latíni sum Wibergis, vísir til eitt vígt stað til gudsdyrkan, eftirsum ''Vi'' á forndonskum merkir halgidómur, og so vísir navnið eisini til tað, at býurin liggur rættiliga høgt uppi. Viborg merkir sostatt "tað heilaga staðið á heygnum".
 
Viborg Kommuna er eftir víddini tann næststørsta í Danmark, næst eftir [[Ringkøbing-Skjern Kommuna|Ringkøbing-Skjern Kommunu]]. Síðan 1. januar 2007 hevur býurin verið sæti fyri miðfyrisitingina í [[Región Miðjútland]].
{{stubbi}}
 
Í 2012 varð Viborg kommuna kosin sum Ársins ítróttakommuna og Ársins ungdómskommuna.
 
== Keldur ==
<references/>
 
{{Commonscat|Viborg}}