Munurin millum rættingarnar hjá "Jazz"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 18:
 
Umleið 1910 kom tað stóra gjøgnumbrotið hjá jazzinum, í sambandi við, at hann var settur saman við tí nýggja dansitónleikinum sum [[two-step]], [[one-step]], [[Foxtrot (dansur)|foxtrot]] og onnur nýgg dansisløg. [[Paul Whiteman]] gjørdi frá umleið 1916 jazzin populeran í breiðari umhvørvum. Jazzurin kom til Evropa undir [[fyrri heimsbardagi|fyrra heimskríggi]] og gjørdist beinanvegin væl dámdur. Jazzurin kom enntá at ávirka tónasmiðir innan klassiska tónleikin sum til dømis [[Igor Stravinskij]], [[Kurt Weill]], [[Ernst Krenek]], [[Erik Satie]] og aðrar.<ref>Bók: [[Gunnar Carlquist|Carlquist, Gunnar]], útgávuár: 1933, heitið: Svensk uppslagsbok. Bind 14, Malmö, Svensk Uppslagsbok AB, sida 372-73</ref>
 
Tær fyrstu kendu jazzinnspælingarnar vóru gjørdar í 1917 av ''[[Original Dixieland Jazz Band]]''. Fyrst í 1920-árunum vóru innspælingar gjørdar av eitt nú ''King Oliver's Orchestra'' og ''New Orleans Rhythm Kings''. Ein týðandi jazzkomponistur og orkesturleiðari var [[Jelly Roll Morton|Ferdinand "Jelly Roll" Morton]], við hansara Red Hot Peppers. Hann var upprunaliga ein ragtimepianistur við sínum serstaka spælstíli sum menti eina frælsari synkopering. Í 1938 gjørdi Morton eina røð av innspælingum fyri Library of Congress, har hann framførdi og greiddi frá um menningina hjá jazzinum, bæði við sínum pianospæli og við frágreiðingum.
 
Jazzur kann býtast upp í fleiri undirbólkar, og við tíðini er jazzur ávirkaður av tónleiki ymsastaðna frá. Orsøkin til hetta er at jazzurin slóg ígjøgnum í fleiri ymiskum mentanum og at improvisasjónin krevur nógv rúm. [[Ragtime]], ein lættur synkoperaður tónleikastílur frá 19. øld og mentist av eitt nú [[Scott Joplin]], var ein av stílsløgunum hjá jazzinum.
 
== Keldur ==