Munurin millum rættingarnar hjá "Bosnia og Hersegovina"

Content deleted Content added
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
sNo edit summary
Linja 27:
|}}
[[Mynd:Map Bih entities.png|thumb|250px|right]]
'''Bosnia og Hersegovina''' (bosniskt og kroatiskt: ''Bosna i Hercegovina'', serbiskt: ''Босна и Херцеговина'') er land í [[Evropa|Landsynningsevropa]]. Í øldir hava ymisk fólkasløg búð her, t.d. [[Muslimar|muslimskir]] bosniar, [[Katolikkar|katólskir]] kroatar, [[Ortodoksa kirkjan|ortodoksir]] serbar og [[jødar]]. Tá ið londini tóku sjálvstýri, elvdi stríð ímillum fólkasløgini til blóðugt [[borgarakríggj]]. Friðarsamráðingar í Dayton í [[Ohio]] fingu partarnar at leggja vápnini síðstí 1995.

Fyri borgarakríggið var høvuðsstaðurin, [[Sarajevo]], nýmótans stórbýur, men tá ið kríggið brast á, víggirdu serbar seg í fjøllunum uttan um býin og bumbaðu hann í trý ár, og mong fólk doyðu. Tey, sum vórðu eftir í býnum, toldu nógv hesi árini, og trot var á øllum neyðsynjarvørum. Tá ið serbar tóku seg inn í Bosnia, gjørdu teir tað, ið verður kallað fólkareinsan. Endamálið varð at rudda økið fyri muslimar og kroatar, hóast teir og serbar høvdu búð síð um síð so leingi, nakar visti. Tíggjutúsundtals fólk, ið ikki vóru serbar, vórðu myrd. Upp aftur fleiri flýddu av landinum. Mangir bosniskir muslimar búgva nú sum flóttafólk í m.ø. [[Týskland]]i og [[Noreg]]i.
 
Bosnia og Hersegovina er eitt land, ið hevur trý almenn mál, [[Kroatiskt mál|kroatiskt]], [[Serbiskt mál|serbiskt]] og [[Bosniskt mál|bosniskt]]. Høvuðsstaðurin, [[Sarajevo]], var vertur fyri Olympisku vetrarleikunum í 1984.
 
== Søga ==