Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Nornan2014 (kjak | íkøst)
→‎Mentan: Tónleikur, dansur og ballett (týtt úr norskum)
Nornan2014 (kjak | íkøst)
→‎Tónleikur, dansur og ballett: Ítróttur, týtt úr norskum, møguliga eru tølini ikki heilt dagførd síðan vetrar-OL 2014.
Linja 157:
 
Innan poptónleikin hevði bólkurin [[Akvarium (orkestur)|Akvarium]] kultstatus frá [[1970-árini|1970-árunum]] og heilt til nýggjari tíð, við skiftandi limum. Undir [[glasnost]] kundu teir eitt stutt skifti útgeva teirra tónleik á tí statsliga plátufelagnum [[Melodija]], eftir at hava tikið upp ólógliga síðan 1972. Støðan hjá hesum orkestrinum í tí seinasta partinum av Sovjet-tíðarskeiðnum kann samanberast við støðuna hjá Beatles í Vesturheiminum um somu tíð, meðan tann mest týðandi vísusangarin tá var [[Vladimir Vysotskij]]. Í dag er gentuduo'in [[T.A.T.u.]] Russlands størsta tónleikaliga útflutningsvøran. Av russiskum rock-orkestrum er [[Mumij Troll]] kendir og hava ein rættiliga stóran skara av fjepparum í Skandinavia.
 
=== Ítróttur ===
[[Mynd:Dmitry Medvedev 20 May 2008-2.jpg|thumb|Íshockey er kanska tann best umtókti ítrótturin, og russiskir leikarar, feløg og landslið eru millum heimsins bestu. Myndin vísir tað russiska landsliðið á vitjan hjá [[Dmitrij Medvedev]], forseta, í [[Kreml]] eftir sigurin í [[Íshockey-HM 2008|HM í 2008]].]]
Av holdítrótti er [[íshockey]] millum best umtóktu í Russland. 21 av 24 lið í [[Kontinental Hockey League]] eru russisk, og [[Russlands manslandslið í íshockey|tað russiska landsliðið]] hevur havt stóra sukse í altjóða meistaraskapum, eitt nú við gull í [[Íshockey-HM 2009|HM í 2009]].Fyrr var íshockeylandsliðið hjá Sovjetsamveldinum heimsins besta við sjey gull, einari silvur og einari bronsu av 9 olympiskum kappingum. Tað mest vinnandi russiska íshockeyfelagið hevur verið [[CSKA Moskva (íshockey)|CSKA Moskva]], sum eisini vann Europacup 20 av 22 ferðum í tíðarskeiðnum 1969-90.
 
[[Russlands harrelandslið í fótbólti]] var pr. september 2009 á einum sættaplássi á listanum hjá [[FIFA]] um heimsranking. Í [[EM í fótbólti 2008|Euro 2008]] vann liðið bronsuheiðursmerki, tað var besta plasering síðan Sovjetsamveldið fall. Tað góða spælið í meistaraskapinum gjørdi eisini at fleiri russiskir leikarar nú spældu í evropiskum toppliðum, hetta er eitt nú galdandi fyri [[Jurij Zjirkov]] í [[Chelsea FC|Chelsea]] og [[Andrej Arsjavin]] í [[Arsenal FC|Arsenal]]. Hóast tað, so er russiska meistaradeildin pengasterk og heldur eitt høgt støði, og tí spæla teir flestu landsliðsleikararnir í heimlandinum. Tradisjonelt hava Moskva-feløgini [[PFK CSKA Moskva|CSKA]], [[FK Lokomotiv Moskva|Lokomotiv]], [[FK Spartak Moskva|Spartak]] og [[FK Dinamo Moskva|Dynamo]] verið tey sterkastu, men tey seinastu árini hevur [[FK Zenit|Zenit]] úr St. Pætursborg bjóða sterku moskovittunum av.
 
Av einstaklingaítróttargreinunum hevur [[tennis]] verið best dámt síðan 1990-árini, nakað sum í stóran mun kann sigast at skyldast stóra áhugan hjá fyrrverandi forseta Russlandsm [[Boris Jeltsin]], fyri hesum ítróttinum. Seinastu árini hava teir bestu russisku tennisleikararnir verið í heimsflokki, við leikarum sum [[Jevgenij Kafelnikov]] hjá monnunum og [[Anastasija Myskina]], [[Anna Kurnikova]] og [[Marija Sjarapova]] hjá kvinnunum. Innan vetrarítrótt hevur Russland havt stóra sukse við langrenning, kanska serliga hjá kvinnunum. [[Jelena Välbe]] og [[Ljubov Jegorova]] vóru tær mest eyðsýndu í 1990-árunum, seinni komu eitt nú [[Larisa Lazutina]], [[Julija Tsjepalova]] og [[Jevgenija Medvedeva-Abruzova]]. Hjá monnunum hava eitt nú [[Aleksej Prokurorov]] og [[Mikhail Ivanov]] havt sera góð úrslit. Tann etniski russarin [[Vladimir Smirnov]] hevði eisini sukse í 1980-árunum og 1990-árunum, men valdi at kappast fyri [[Kasakhstan]] eftir at Sovjetsamveldið varð upployst.
 
Tilsamans hevur Russland vunnið 323 heiðursmerki í summar-OL og 76 heiðursmerki í vetrar-OL (íroknað Tað russiska keisararíki til og við 1912). Harafturat kemur Sovjetsamveldið við tilsamans 1204 heiðursmerkjum (bæði summar og vetur) tíðarskeiðið 1952-88, og [[SUS]] við 135 heiðursmerkjum í 1992. Um man leggur alt hetta saman, so er Russland á øðrum plássi, næst eftir USA, í samlaðum tali av heiðursmerkjum frá øllum olympiskum leikum. Um tað bert verður hugt at heiðursmerkjum, sum ítróttafólk úr russisku føderasjónini hava vunnið síðan Russland gjørdist sjálvstøðug tjóð frá og við 1994, so kemur Russland á eitt fimtapláss.
 
Russland (sum tá var ein partur av Sovjetsamveldinum) fyriskipaði [[Summar-OL 1980|summar-OL í 1980]]. Leikirnir vóru hildnir í [[Moskva]], men minkaðu orsakað av altjóða boykottinum av Summar-OL 1980, har fleiri lond valdu ikki at luttaka. [[Vetrar-OL 2014]] vóru hildnir í [[Sotsji]] í útsynningsparti Russlands.
 
Russland verður eisini vertur fyri [[HM_í_fótbólti_2018|HM í fótbólti í 2018]].<ref>http://www.fifa.com/newscentre/news/newsid=1344497.html Vitjað 2. desember 2010</ref>
 
===Bókmentir===