Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Nornan2014 (kjak | íkøst)
Mentan, Bókmentir
Nornan2014 (kjak | íkøst)
→‎Mentan: Tónleikur, dansur og ballett (týtt úr norskum)
Linja 145:
 
== Mentan ==
 
=== Tónleikur, dansur og ballett ===
[[Mynd:Bolschoi-theater.jpg|thumb|Bolsjojsjónleikarhúsið er Russlands tjóðleikhús fyri [[ballett]] og [[opera]]. Sjónleikarhúsið liggur í [[Moskva]] og varð stovnað í 1776.]]
Russlands mongu fólkasløg hava hvør sínar serstøku siðvenjur innan fólkatónleik. Í 19. øld var tað ein kapping í tí russiska tónleikalívinum millum «[[Teir fimm]]» ([[Mili Balakirev]], [[Aleksandr Porfirjevitj Borodin]], [[César Cui]], [[Modest Mussorgskij]], [[Nikolaj Rimskij-Korsakov]]) og [[Mikhail Glinka]] øðrumegin, og teir meira afturhaldssinnaðu [[Nikolaj Rubinstein|Nikolaj]] og [[Anton Rubinstein]] hinumegin. Seinni kom [[Pjotr Tsjajkovskij]], ein av teimum kendastu romantikarunum. Tann russiska romantiska siðvenjan varð førd víðari av [[Sergej Rakhmaninov]] inn í 20. øld.
 
Í 20. øld var Rakhmaninov, [[Aleksandr Skrjabin]], [[Igor Stravinskij]], [[Sergej Prokofjev]] og [[Dmitrij Sjostakovitsj]] russiskir komponistar í heimsflokki. Í sovjettíðini var tann klassiski tónleikurin í Russlandi undir strongum eftirliti, og var gjarna rættiliga konservativur í tráð við doktrinini um sosialistiska realismu.
 
Russland hevur uppalt fleiri heimskendir konsertsolistar: violinistin [[David Ojstrakh]], cellistin [[Mstislav Rostropovitsj]], pianistarnir [[Vladimir Horowitz]], [[Svjatoslav Richter]] og [[Emil Gilels]], og sopranin [[Galina Visjnevskaja]].
 
[[Pjotr Tsjajkovskij]] var maðurin handan kendastu ballettirnar við ''Svanavatninum'', ''Nøtuknekkaranum'' og ''[[Tornerósa (ballett)|Tornerósu]]''. Tíðliga í 20. øld gjørdist ballettdansararnir [[Anna Pavlova]] og [[Vatslav Nizjinskij]] heimskendar, og seinni varð siðvenjan førd víðari av dansarum sum [[Maja Plisetskaja]], [[Rudolf Nurejev]] og [[Mikhail Barisjnikov]]. [[Bolsjojsjónleikarhúsið|Bolsjoj]] í [[Moskva]] og [[Mariinskijsjónleikarhúsið|Mariinskij]] í [[St. Pætursborg]] eru heimskendir ballettpallar.
 
Innan poptónleikin hevði bólkurin [[Akvarium (orkestur)|Akvarium]] kultstatus frá [[1970-árini|1970-árunum]] og heilt til nýggjari tíð, við skiftandi limum. Undir [[glasnost]] kundu teir eitt stutt skifti útgeva teirra tónleik á tí statsliga plátufelagnum [[Melodija]], eftir at hava tikið upp ólógliga síðan 1972. Støðan hjá hesum orkestrinum í tí seinasta partinum av Sovjet-tíðarskeiðnum kann samanberast við støðuna hjá Beatles í Vesturheiminum um somu tíð, meðan tann mest týðandi vísusangarin tá var [[Vladimir Vysotskij]]. Í dag er gentuduo'in [[T.A.T.u.]] Russlands størsta tónleikaliga útflutningsvøran. Av russiskum rock-orkestrum er [[Mumij Troll]] kendir og hava ein rættiliga stóran skara av fjepparum í Skandinavia.
 
===Bókmentir===