Munurin millum rættingarnar hjá "Yvirgangsálopið 9/11"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 100 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q10806 (translate me)
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:September_11_Photo_Montage.jpg|thumb|right|250px|9/11.]]
'''Yvirgangsálopið 9/11''' var eitt yvirgangsálop í [[New York City]], [[USA]] í [[2001]]. 2.995 fólk úr meira enn 70 londum doyðu. [[Islam]]ski yvirgangsbólkurin, [[Al-Qaeda]], stóð aftan fyri [[Yvirgangur|yvirgangin]] <ref>http://snl.no/11._september_2001</ref>. Líka síðan hevur verið leitað eftir [[Osama bin Laden]], fyrrverandi leiðari í bólkinum. Í eini beinleiðis røðu í Hvítu Húsunum greiddi [[Barack Obama]] forseti frá hvussu [[Osama bin Laden]] [[2. mai]] [[2011]] varð dripin í [[Abbottabad]], sum liggur norðanfyri [[Islamabad]] í [[Pakistan]]. Amerikanska fregnartænastan hevði arbeitt við upplýsingum, teir fingu í [[august]], og gav [[Barack Obama]] boðini, at eitt lítið [[USA|amerikanskt]] herlið skuldi leypa á ein bygning, har [[Osama bin Laden]] helt til.
 
Í [[2011]] eru tað 10 ár síðan [[World Trade Center]] tvíburatornini raplaðu niður í [[New York City|New York]] í [[2001]], aftaná at tvey [[Flogfar|flogfør]] høvdu rent inn í tornini. Bæði tornini duttu niður upp á minni enn 2 tímar. Tað vóru fýra flogfør, sum vóru rænd tann dagin. Tvey rendu inn í tvíburatornið, tað triðja flogfarið rendi inn í Pentagonbygningin, sum liggur í [[Virginia]], og tað fjórða datt niður á eina mark í [[Pennsylvania]]. Enn er mann ikki sikkur í, hvar tað fjórða skuldi renna á, men talan er um, at málið var Hvíta Húsið í [[Washington DC]], har amerikanski [[Forseti Sambandsríki Amerika|forsetin]] býr.
 
Yvirgangsatsóknin [[11. september]] í [[2001]] var byrjanin til eina nýggja tíð. Amerikanar grundaðu Kríggið móti yvirgangi eftir hetta. [[USA]] vóru fast avgjørdur um at fara í herna móti yvirgangi og móti teimum, sum vardu yvirgang. Kríggið í [[Afghanistan]] og [[Irak]] var grundað á hevnd yvir álopini í [[USA]].