Munurin millum rættingarnar hjá "Nóa"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q81422 (translate me)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:World_Destroyed_by_Water.png|thumb|right|210px]]
Í [[Gamla Testamenti]] er '''Nóa''' ([[Hebraiskt (mál)|hebraiskt]]: ''Nóaḥ'') tíggjundi maður eftir [[Ádam]]; tá ið [[Gud]] læt syndaflóðina oyða alt lív á [[Jørðin|jørð]], beyð hann Nóa, sum var rættvísur og gudrøkin í síni tíð, byggja eina ørk til at bjarga sær og minst einum pari av hvørjum [[Dýr|djóraslagi]] undan deyða (1 Mós 7-8); eftir flóðina gjørdi [[Gud]] sáttmála við Nóa og eftirkomarar hansara um, at [[jørðin]] ongantíð aftur skuldi oyðast við vatnflóð, og ælabogin skuldi vera merki um sáttmálan (1 Mós 9:8-17). Av [[Hebraiskt (mál)|hebraiskum]] ''Noach'' ([[Føroyskt (mál)|føroyskt]]: hvíld).
 
== Nóa í Islam ==
 
Tann muslimska [[koranin]] hevur eisini søguna um Nóa ella '''Nuh''', sum hann eitur á [[Arábiskt mál|arábiskum]], og eisini har verður greitt frá manninum, sum eftir áheitan frá Guði bygdi eina ørk og bjargaði menniskjum og djórum undan einari oyðandi vatnflóð. Nuh er ein av teimum 25 monnunum, sum [[Islam]] metir sum profetar.
 
[[Bólkur:Kristindómur]]