Munurin millum rættingarnar hjá "Oslo"

No change in size ,  7 ár síðan
ongin frágreiðing um rættingina
| [[Vídd]]: || 454
|-----
| Íbúgvar ([[20112013]]): || 605626,005953
|-----
| fyri km²: || 1,299381
|-----
| Kommuna: || [[Oslo|Oslo kommuna]]
|}
 
'''Oslo''' er [[Noreg]]s høvuðsstaður, og uml. 10 % av landsins fólki býr í býnum. Tað búgva 605626 005953 fólk í Oslo. Býurin, sum upprunaliga æt ''Christiania'', er 1000 ára gamal. Norski høvuðstaðurin verður eisini nevndur ''víkingahøvuðsstaðurin''. Hetta er ein býur, sum er tætt við [[hav]] og strond, náttúrðuna og skíøkir. Í Oslo er Stórtingið, har eru stjórnarbygningarnir, kongsborgin og almennir stovnar, til dømis [[útvarp]]ið (NRK), Ríkissjúkrahúsið og Landsbanki Noregs. Longu um ár 500 e.Kr. var Oslo handilsstaður. Spakuliga vaks staðurin og fekk keypstaðarheitið 1048, tá ið Haraldur kongur Harðræði læt gera keypstað har. Býurin hevur góða havn, og har er altíð fult av ferðamanna- og farmaskipum; meira enn helvtin av tí, sum verður flutt inn til Noregs, verður uppskipað í Oslo. Í Oslo býr kongurin, og har kemur stórtingið saman, har er lærdur háskúli og nógvir aðrir skúlar. Ráðhúsið í Oslo er bæði stórt og prýðiligt. Tað stendur niðri við havnina, og er bygt av reyðum múrsteini. Inni í teirri stóru høllini hanga myndir, sum lýsa høvuðsstaðarsøguna. Millum tey mest vitjaðu støðini í Oslo er m.a. [[Tusenfryd]]-stuttleikaparkin, ið er størsta stuttleikapark í Norra.
 
Triðja hvørt barn í Oslo kemur frá ikki-[[Noreg|norskari]] bakgrund. [[Noreg|Norskir]] miðlar hava eina uppgerð yvir mest nýttu nøvn í [[2008]]. Henda uppgerð vísir, at nógv mest nýtta navn í Oslo er ''Mohammed'', meðan fremsta gentunavnið er ''Sara''. Í Oslo komu 120 dreingir við navninum ''Mohammed'' til verðina í [[2008]], meðan nummar tvey á listanum er navnið ''Jakob'', ið 76 smádreingir fingu. Mest nýttu gentunøvn í Oslo vóru í fjør ''Sara'', ''Sofie'', ''Nora'' og ''Selma''.
1.510

rættingar