Munurin millum rættingarnar hjá "Nólsoy"

Content deleted Content added
Linja 42:
==Djóralív==
[[Mynd:Faroe_stamp_525_storm_petrel.jpg|thumb|right|220px|Nólsoy hevur størstu [[drunnhvíti|drunnhvítastovnum]] í verðini, eini 50.000 pør.]]
[[Drunnhvíti|Drunnhvítastovnurin]] í Nólsoy er eitt náttúruvirði í heimsflokki, tí talan er um heimsins størsta drunnhvítabøli. Í juli og august 2012 vórðu drunnhvítar taldir í Urðini í Nólsoy. Økið var 106.000 m<sup>2</sup>. Hetta er fyrstu ferð, ein tílík teljing verður gjørd í Føroyum. Drunnhvíti býr í holum og undir steinum og kann tí ikki teljast beinleiðis. Náttúrugripasavnið, sum hevur gjørt teljingar av drunnhvíta í Nólsoy, hevur mett, at umleið 50 túsund pør av drunnhvíta eiga í Nólsoy. Harumframt eru umleið 30 túsund pør av [[Lundi|lunda]].
 
Nólsoy hevur eisini fyrsta staðfesta villstovnin av [[vanligur froskur|vanligum froski]] í Føroyum.