Munurin millum rættingarnar hjá "NATO"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 2:
'''NATO''' er stytting fyri '''North Atlantic Treaty Organization''' (á føroyskum '''Norðuratlantiska Sáttmálafelagsskapurin''') og er norðuratlantisk verjusamgonga ímillum [[USA]] og flestu lond í [[Vesturevropa]]. NATO virkar soleiðis, at eitt álop á eitt NATO-limaland, er tað sama sum eitt álop á øll NATO-limalond. Sum er hevur [[Danmark]] allan myndugleika viðvíkjandi trygdarmálum og verjumálum á føroyskum øki. Danmark er limur í NATO og limaskapur Danmarkar fevnir um [[Føroyar]]. Føroyar eru tí fevndar av verjutrygdini í NATO-sáttmálanum. Tað er Danmark, ið formliga varðar av hesum Føroyum viðvíkjandi. Í veruleikanum verða tað kortini tey sterkaru NATO-londini, ið koma til hjálpar, skuldi tørvur gjørst á tí <ref>http://www.tinganes.fo/Files/Billeder/Fr%C3%A1grei%C3%B0ing%20um%20uttanr%C3%ADkispolitikk%20-%20altj%C3%B3%C3%B0a%20ra%C3%B0festingar%20F%C3%B8roya%20%20%202010.pdf</ref>. NATO hevur høvuðsskrivstovu sína í [[Brússel]] í [[Belgia]]. NATO-Ráðið í Brússel er hægsta ráð í NATO. Í ráðnum eru ráðharrar úr øllum limalondunum.
 
Felagsskapurin fór til verka í 1949, og í 2014 eru 28 limalond <ref>http://www.nato.int/</ref>. Tað nýggjasta her er, at NATO-aðalskrivarin [[Anders Fogh Rasmussen]] bjóðaði apríl 2009 tvey londum limaskap í NATO. Tey eru [[Kroatia]] og [[Albania]]. [[Makedónia]], [[Georgia (land)|Georgia]], [[Ukreina]], [[Montenegro]], [[Bosnia og Hersegovina]] og [[Serbia]] hava søkt um limaskap í NATO. Onnur hava ynskt tætt samstarv við NATO, hóast ikki, í fyrstu syftu, veruligan limaskap. Bæði at fyrireika søkjaralond til NATO-limaskap og til tess at fremja betri samstarv við ikki-søkjaralond, varð [[Felagsskapurin fyri Friði]], ''Partnership for Peace'' (PfP), stovnaður sum eitt tiltak undir NATO-skipanini.
 
Undir [[Kalda kríggið|Kalda krígnum]] var hugsað um hernaðarligu kappingina millum NATO og [[Warszawasamgongan|Warshawasamgonguna]], og vandanum fyri beinleiðis kríggi partanna millum.
 
== Føroyar í NATO-samstarvi ==
[[Mynd:Sornfelli,_Faroe_Islands.JPG|thumb|left|200px|Virksemið hjá NatoNATO í [[Mjørkadalur|Mjørkadali]] og á [[Sornfelli]] varð niðurlagt í 2012.]]
[[Mynd:GHR1.jpg|thumb|right|220px|Í 2001 varð [[Taliban]] sett frá valdinum í [[Afganistan]], og longu árið eftir vóru danskir NATO-hermenn sendir til Afganistan. Nógvir [[føroyingar]] hava verið har, sum partar av danska herinum síðan tá <ref>http://kvf.fo/netvarp/uv/2011/06/23/krggj-mti-taleban-25-januar-2010</ref><ref>http://aktuelt.fo/danskir+hermenn+farnir+ur+krignum+i+afghanistan.html</ref>.]]
Í samband við at NATO varð stovnað í apríl 1949, helt føroyski landstingsmaðurin, sambandsmaðurin [[Poul Niclasen]], at málið eisini átti at verið lagt fyri løgtingið. Men forsætisráðharrin, [[Hans Hedtoft]], helt ikki, at hetta var neyðugt. Í juli 1951 lýsti landsstýrið í Dagblaðnum, at Torshavns Marinedistrikt (seinni Færøernes Kommando) bleiv sett á stovn. Løgtingið hevði áður gjørt greitt, at Føroyar skuldu standa uttanfyri ósemjur landanna millum. Hetta bar tí við sær, at tingið var ímóti, at Føroyar skuldi limast inn í NATO. Danir gjørdu kortini av, at føroyingar skuldu fylgja við. Í 1949 fór Danmark upp í hernaðarsamgonguna NATO. Fyrst 3. desember 1952 blivu Føroyar við kunngerð í [[Dimmalætting]] frá ríkisumboðnum limaðar inn í NATO.
Linja 17:
=== Mótmæli ===
 
Tá ið farið varð at byggja radar- og lurtingarstøð í [[Mjørkadalur|Mjørkadali]] í 1963, komu mótmæli frá føroyingum. Men byggingin helt fram, og støðin fór at virka í 1963. Í Føroyum var síðani [[1970-árini]] ein rørsla, ið nevndist "Fylkingin móti NatoNATO", hvørs høvuðsendamál var at fáa Føroyar úr NATO. Í august 1987 kom tað amerikanska herskipið USS McCloy (FF-1038) inn á [[Tórshavn|Havnina]]. Stór mótmælisgonga tók ímóti herskipinum, tí tað møguliga hevði kjarnorkuvápn innanborða. Eisini kom mótmælisskriv frá løgmanni vísandi til løgtingssamtyktina um Føroyar sum atomvápnafrítt øki. Umframt mótmælisgonguna var eisini ein viðmælisgonga, sum við skeltum vísti á, at "NATO tryggjar friðin”.
 
== Søga ==