Munurin millum rættingarnar hjá "Málføri"

Content deleted Content added
No edit summary
 
Linja 15:
* [[Suðuroyarmál|Suðuroyarmálføri]]
 
Eyðkennini fyri ymisku staðbundnu málførini eru ymisk. Eitt sera týðiligt dømi er munurin á, hvat persónsfornavn verður brúkt. Í meginpartinum av landinum verður sagt "eg" í fyrsta persóni, eintali, "vit" í fyrsta persóni, fleirtali, og "tit" í øðrum persóni, fleirtali. Men flestu suðuroyingar siga ístaðin "jeg" (úttalast "je"), "okur" og "tykur", tósiga sumbingar og lopransfólk "eg". Aðrir týðiligir munir eru at hoyra í sjálvari ljóðskipanini, har sama ljóðið hevur ymiska úttalu kring landið. Talan er um ymiska úttalu av tvíljóðinum <ei> og sjálvljóðunum <á> og <ó>.
 
Tað er ein definitiónsspurningur, hvussu nógv skal til fyri at avmarka eitt málføri. Kann man til dømis tosa um ymisk málføri í [[Sørvágur|Sørvági]] og í [[Sandavágur|Sandavági]]?