Munurin millum rættingarnar hjá "Steinbjørn B. Jacobsen"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Steinbjorn B Jacobsen a Faroese Writer.jpg|thumb|Steinbjørn B. Jacobsen í Ranhøll í [[Sandvík]] í mai 2011, tá bókin Grund 3 kom út.]]
'''Steinbjørn Berghamar Jacobsen''' (f. [[30. september]] [[1937]], [[Sandvík]], - d. [[12. apríl]] [[2012]], [[Tórshavn]]<ref>http://aktuelt.fo/grein/steinbjorn_b._jacobsen_deydur</ref>) var [[Føroyar|føroyskur]] rithøvundur. Hann var stjóri á Føroya Fólkaháskúla í eitt tíggju ára skeið. Steinbjørn er sum høvundur sera virkin og hevur roynt seg á flestøllum økjum. Hann hevur skrivað yrkingar, stutt­ søgur, skaldsøgur, ferðafrásagnir, barnabøkur, sjónleikir og so framvegis. Hann hevur verið nýskapandi, eina helst sum yrkjari og leikritahøvundur. Hansara evnisval fevnir víða, frá náttúru til menniskja, frá tí viðkvæma og kensluliga til tað politiska og samfelagsliga.
 
== Lívsleið ==
Beint eftir [[realskúli|realprógvið]], sum hann tók á [[Tvøroyri]], fór hann til [[Grønland]]s við Yvonnu, ið var á línu- og snørisveiðu. Um heystið vóru teir á sild. Í januar mánaði [[1957]] fór hann til [[Ísland]]s. Var við útróðrarbáti um várið og snellubáti um summarið. Fór so við trolara um heystið og var við sama skipi fram til [[30. juni]] [[1958]]. Um jóltíðir var hann heima. Næmingur á 8 mánaða præparandflokkinum á Ask Háskúla uttan fyri [[Århus kommuna|Århus]]. Í [[1959]] byrjaði hann at læra til lærara á Den frie Lærerskole í Ollerup. Var sjálvstøðugur lærari í praktikktíðini á Osted Fri- og Efterskole [[1961]]/[[1962|62]], fimm mánaðir. Summarið [[1961]] tumlaði hann av [[Fyn|Fjóni]] til [[Ålesund]] og so heim til Føroya við norskum línubáti. Var eitt legg inni í [[Jotunheimen|Jotunheiminum]]. Summarið [[1962]] fór hann saman við fýra øðrum bilferð til [[Grikkaland]]s, støðgaði 8 dagar í [[Jugoslavia]], úr [[Grikkaland]]i við ferju til [[Italia|Suðuritalia]], og so aftur til [[Danmark]]ar. Telttúrurin vardi 43 dagar.
 
Lærari á nýstovnaðum frískúla í Vilsted sunnanvert [[Løgstør]] í 1 ár og 3 mánaðir, var so 8 mánaðir á skeiði á Krabbesholm Højskole, [[Skive]]. Tók Dansk Seminarium eksamen í 7 lærugreinum. Fór heim og var lærari við [[Sankta Frans skúli|Sankta Frants skúla]] [[1965]]/[[1966|-66]]. Sama árið næmingur á skeiðnum í føroyskum á [[Fróðskaparsetur Føroya|Fróðskaparsetrinum]]. Lærari í [[Húsavík]] 1966 til [[1. apríl]] [[1970]]. Hetta tíðarskeiðið var hann skrivari í Húsavíkar, Dals og Skarvanes kommunu. Virkin í ungmannafelagnum, t.d. spældu tey tvær ferðir sjónleik. Brot úr seinna leikinum var sent í danska sjónvarpinum (sendingin „Hvad med kulturen på Færøerne“). 1. apríl 1970 til [[1. august]] [[1980]] stjóri á [[Føroya Fólkaháskúli|Føroya Fólkaháskúla]]. Nakað av upplýsingum um háskúlatíðina fæst úr árbókunum hjá skúlanum. Var við at stovna [[Fólkafylkingin móti EEC|Fólkafylkingina móti EEC]] 1971 og virkin í hennara arbeiði. Var við at endurstovna [[Rithøvundafelagið]] [[1967]] og tá valdur í nevndina, har hann sat til [[1979]], mestu tíðina sum kassameistari. Tá ið [[Gluggin]] kom út aftur í januar [[1968]], stjórnaði hann eini fastari síðu, nevnd Sýnisgluggin, við yrkingum. Og árið eftir síðuna Ljóaran við innsendum smásøgum. Eisini skrivaði hann ummæli.
 
Saman við [[Gunnar Hoydal|Gunnari Hoydal]] var hann ritstjóri á [[Varðin (tíðarrit)|Varðanum]] [[1977]]/[[1981|-81]]. Teir vóru frásettir uttan grundgeving av nýggjari nevnd, sum var vald á óvanligan hátt. Tíðarritið kom tvær ferðir um árið, treyt ikki tilfar og áhugin fyri tí stórur. Frá 1981 til [[1987|87]] nevndarlimur í nýstovnaða [[Móðurmálslærarafelagið|Móðurmálslærarafelagnum]]. Summarið 1978 var hann ein mánað í [[USA]], bjóðaður av amerikonsku sendistovuni í [[Keypmannahavn]]. Alt heystið 1980 til jóla var hann dekkari við trolaranum Vón, ið royndi undir Føroyum. Vikarur í [[Syðradalur (Streymoy)|Syðradali]] á [[Streymoy]]nni apríl, mai og juni. Fast starv við [[Kommunuskúlin|Tórshavnar Kommunuskúla]] í 1981. Ársskeið á Fróðskaparsetrinum 1982/83. Farloyvi frá skúlanum 1989/90 og skúlaárið 1990/91. Fimm teir fyrstu mánaðirnar í [[1990]] var hann gestalærari á Norrøna Fólkaháskúlanum í Snoghøj i Danmark. Av og á hevur hann havt greinar, ummæli og lesarabrøv í bløðunum.
 
== Útgávur ==