Munurin millum rættingarnar hjá "Japan"

Content deleted Content added
Hvalaveiði
Linja 39:
== Politikkur ==
 
Sum eitt í høvuðsheitum konservativt land hevur Japan [[Deyðarevsing|deyðadóm]]. Í [[september]] [[2008]] vórðu tríggir menn avrættaðir í Japan, og hetta merkir, at 13 fólk eru avrættað í Japan í [[2008]], og í minsta lagi 102 fangar eru í deyðskliva.
 
Í [[2009]] vann vistravendi flokkurin "Democratic Party Of Japan", stytt til DPJ, ([[Japanskt (mál)|japanskt]]: ''民主党'', ''Minshutō''), valið í Japan og fekk tá stjórnarvaldið. Høgravendi flokkurin "Liberal Democratic Party", stytt til LDP, ([[Japanskt (mál)|japanskt]]: ''自由民主党'', ''Jiyū-Minshutō''), misti stjórnarvaldið eftir at havt tað í 54 ár.
 
=== Hvalaveiði ===
 
Japanar veiða vanliga fleiri hundrað [[Hvalur|hval]] árliga við [[Antarktis]] til vísindalig endamál, men Greenpeace, Sea Shepherd og aðrir felagsskapir hava mótmælt veiðini, sum tey siga vera óneyðuga. Japan hevur veitt stórhval í Suðuríshavinum í eini 25 ár; alment hava japanar sagt, at talan var um "veiði við vísindaligum endamáli", men hesa frágreiðingina góðtók [[Altjóða Dómstólurin]] í [[Haag]] ikki í 2014. Síðani 1987 hava japanar veitt hval í Suðuríshavinum við vísindaligum endamáli, men fleiri halda, at tað við vísindini er bara ein umbering fyri at sleppa at veiða hval við vinnuligum endamáli. Tað er [[Avstralia]], sum hevur stevnt Japan fyri dómstólin í apríl 2014 við kravi um, at japanska stórhvalaveiðan í Suðuríshavinum verður dømd ólóglig. Málið snýr seg bara um ta japonsku stórhvalaveiðina í Suðuríshavinum, har japanar plaga at veiða umleið 1000 hvalir um árið. Tað merkir, at úrskurðurin hjá dómstólinum hevur onga ávirkan á ta japonsku hvalaveiðina har norðuri í [[Kyrrahav]]inum ella í japonskum sjógvi. Tí hava myndugleikarnir í [[Tokyo]] boðað frá í apríl 2014, at øll loyvini at veiða hval har suðuri eru tikin aftur. Hinvegin ætla japanar at halda fram at veiða hval har norðuri í Kyrrahavinum og fram við landi <ref>http://ekstrabladet.dk/nyheder/samfund/article2252694.ece</ref>.
 
== Búskapur ==