Munurin millum rættingarnar hjá "Rasmus Christoffer Effersøe"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 4 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q737193 (translate me)
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Føringatíðindi Nr. 1.png|thumb|right|150px|Føringatíðindi nr. 1.]]
'''Rasmus Christoffer Effersøe''' er (føddur í [[Trongisvágur|Trongisvági]] [[30. mai]] [[1857]], deyður [[23. mars]] [[1916]] í [[Tórshavn]].) var agronomur, politikari, yrkjari, og Varvar við til at seta [[Jólafundurin 1888|Jólafundin]] í [[1888]]. Blaðstjóri á [[Føringatíðindi|Føringatíðindum]], [[Dúgvan (tíðindablað)|Dúgvuni]] og [[Dimmalætting]]. Hann las búnaðarfrøði í bæði [[Danmark]] og [[Svøríki]] og starvaðist sum landbúnaðarráðgevi. Hann var ein av teimum níggju monnunum, ið kallaðu inn til Jólafundin í 1888, fundin, ið setti gongd á tjóðskaparrørsluna. Saman við [[Jóannes Patursson|Jóannesi Paturssyni]] verður hann roknaður sum drívmegin í hesum arbeiðnum. Hann var við til at stovna Føringafelag í januar 1889 og var fyrsti blaðstjóri á Føringatíðindum (1890-1906), ið var fyrsta blaðið skrivað á [[Føroyskt mál|føroyskum]] og málgagn hjá tjóðskaparrørsluni. Frá 1897 til 1901 sat hann í [[Føroya Løgting]]i. Hann var eisini blaðstjóri á Dúgvuni (1894-1928), ið var málgagn hjá fráhaldsrørsluni og skrivað á donskum máli. Eisini var hann eitt skifti blaðstjóri á [[Dimmalætting]]. Umframt blaðskriving skrivaði hann eisini sjónleikir (og leikti sjálvur) og yrkingar.
 
Á [[Ólavsøka|Ólavsøku]] í 1933 var standmyndin av Rasmusi Christofferi Effersøe avdúkað á vøllinum uttan fyri tinghúsið.
{{stubbi}}
 
[[Bólkur:Føroyskir blaðstjórar|Effersøe, Rasmus Christoffer]]