Munurin millum rættingarnar hjá "Tonga"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Werddemer (kjak | íkøst)
No edit summary
Linja 31:
== Søga ==
[[Mynd:Kailao.jpg|thumb|left|220px|Hálsprýðið er gjørt soleiðis, at fræ av eini tropiskari plantu er fest á træplátur við breyðfruktarsevju.]]
Polynesar nomu land á Tongaoyggjum um [[1300 f.Kr]]. Teir búsettust fram við eini stórari lón norðarlaga á størstu oynni [[Tongatapu]]. Øldir liðu, so fekk ein valdsharrastætt ræðið yvir oyggjunum, men um [[1200 e.Kr]]. stýrdi [[Tui-Tonga-ættin]] øllum oyggjunum úr høvuðssæti sínum í [[Mu'a]]-økinum í landnyrðingspartinum í [[Tongatapu]]. Um [[1400]] bygdu teir sær stórt høvuðssetur í [[Mu'a]]. Uttan um varð gjørt verndarvirki og virkisgrøv, og fyri innan vóru mong hús til høvdingarnar, húski og tænastufólk teirra. Tonga hevði lítið samband við umheimin, men menningin stóð við. [[Tui-Tonga-ættin]] hevði stýrt í meira enn hundrað ár, og ávirkanin frá teimum varð borin út um Tongaoyggjar til aðrar oyggjar í [[Polynesia]].
 
Bøndurnir fóru á marknaðin í bygdini at selja vørur og grøði sína, mest bananir, søtepli, kopra (turkað kokusnøt), tapioka, yam og breyðfrukt. Fruktagóða jørðin og tropiska veðurlagið gjørdu, at væl fruktaði á Tonga. Teir veiddu eisini stóran [[Fiskur|fisk]], til dømis [[Hávur|háv]] og [[Tunfiskur|tunfisk]]. Agnið varð goymt í postalínskúvingum, tá ið útróðrarmenninir royndu eftir [[Fiskur|fiski]] og til dømis [[Høgguslokkar|høgguslokki]]. Polynesar høvdu bátar, tá teir á hvørjum ári sigldu ímillum oyggjarnar. Annars vóru bátarnir loystir hvør frá øðrum og nýttir til dømis flutnings og útróðurs.