Munurin millum rættingarnar hjá "Enskt mál"

Content deleted Content added
Navnorð
No edit summary
Linja 45:
 
Summi navnorð eita tað sama í bæði eintali og fleirtali. Her eru nøkur: “series” (sendirøð), “headquarters” (høvuðsstøð), “spacecraft” (rúmdarfar), “steelworks” (stálverk) og “species” (djóra-/plantusløg). Summi djór, serliga tey, ið verða veidd ella nýtt til [[Matur|matna]], eita tað sama í bæði eintali og fleirtali, t.d. “sheep”, “deer”, “fish”, “trout”, “haddock”, “salmon”, v.f. Summi navnorð eru bert í fleirtali; orð, sum merkja lutir, ið eru samansettir av tveimum pørtum (parorð), standa í fleirtali á enskum, men ikki altíð á føroyskum. T.d. “trousers” (buksur), “jeans” (cowboybuksur), “shears” (greinasaksur), “scissors” (saksur), “compasses” (passari), v.f. Skalt tú viðmerkja, at tú hevur eitt ella fleiri einstøk, mást tú siga “a pair of”, “two paris of”, o.s.fr. Hesi orðini eru vanliga bert í fleirtali: “arms” (vápn), “customs” (tollur), “pains” (ómakur). Við aðrari mering hava hesi eisini ein eintalsform: “arm” (armur), “custom” (vani), “pain” (pína). Hesti orðini eru vanliga í fleirtali, hóast tey ikki hava fleitals-s: “cattle” (neyt), “police” (løgregla), “people” (fólk), “youth” (ungdómur), “military” (hervald). “People” og “youth” kunnu hava regluliga fleirtalsending, men tey hava tá aðra merking; t.d. “the peoples of Africa” (fólkasløgini í Afrika).
 
=== Fornøvn ===
[[Mynd:Acre_foot.svg|thumb|right|220px|Í bæði [[USA]] og [[Stóra Bretland|Bretlandi]] eru onnur heiti fyri longdarmát, rúmmát, vídd og vekt enn í øðrum londum, t.d. "acres", "pounds", "gallons", "yards", v.fl.]]
{| class=“wikitable"
!
!
! Hvørfall
!
! Hvønn- og hvørjumfall
!
|-
| Eintal
| 1. pers.
| I
| eg
| me
| meg/mær
|-
|
| 2. pers.
| you
| tú/tygum
| you
| teg/tær/tygum
|-
|
| 3. pers.
| he, she, it
| hann, hon, tað
| him, her, it
| hann/honum, hana/henni, tað/tí
|-
| Fleirtal
| 1. pers.
| we
| vit
| us
| okkum
|-
|
| 2. pers.
| you
| tit
| you
| tykkum
|-
|
| 3. pers.
| they
| tey
| them
| tey/teimum
|}
[[Mynd:Raumthermometer_Fahrenheit%2BCelsius.jpg|thumb|right|220px|Í USA er vanligt at mála hita í [[fahrenheit]] (℉).]]
Persónsfornøvn standa vanliga í sama falli á [[Føroyskt mál|føroyskum]] og enskum, t.d. “I love you” (eg elski teg), “he gave me a gift” (hann gav mær eina gávu) ella “I looked at her” (eg hugdi at henni). Við hvørt er munur á føroyskum og enskum. Á føroyskum stendur umsagnarliður til grundlið í hvørfalli, t.d. “tað eri eg”. Á enskum er vanligt í [[talumál]]i at seta hann í hvønnfalli, t.d. “it is me” ella “it is I” (hátíðarligt mál). Hvønnfall kann somuleiðis í gerandisligum máli vera nýtt í sambandi við “as” og “than”, t.d. “she is as clever as him” ella “he is older than me”. Á føroyskum hava vit kvennkyns-, kallkyns- og hvørkikynsorð. Á enskum eru flest navnorð hvørkikyn, t.d. “boat” (it, hann), “lamp” (it, hon) ella “tree” (it, tað). “He” og “she” verður nýtt um fólk,men kann tó í ávísum førum nýtast um annað enn fólk, t.d. lond, skip og [[djór]]. Vanligt er at nýta “she”/“her” um skip, serliga tá ið tú hevur persónligan áhuga fyri tí, ella um tað er nevnt við navni. “She”/“her” verður somuleiðis nýtt um lond, tá ið hugsað verður um landið sum tjóð, t.d. “Iceland gained '''her''' independence in 1944”. 


 
Á enskum er vanligt at siga “it” um djór; “he”/“she” kann tó verða sagt um djór, ið eru knýtt at menniskjum, t.d. “Is that your cat? '''She''' is beautiful”. Eisini siga vit “he”/“she”, tá ið dentur verður lagdur á kynið á djórinum, t.d. “'''she''' is a mare” (ryssa). Kvenndjórið og kalldjórið hava ofta serstøk nøvn eins og á føroyskum. Tá ið ''tað'' vísir aftur á ein setning, kann tað á enskum eita “so”. Hetta er í sambandi við orð sum t.d. “think”, “hope”, “say”, “suppose”, v.f. T.d. “yes, I think '''so'''” (eg haldi tað) ella “I hope '''so'''” (eg vóni tað). ''Tað'' í sambandi við ''eisini'' eitur á enskum “so”, t.d. “she was ill, and '''so''' was Peter” (hon var sjúk, og tað var Pætur eisini). ''Tað'' eitur “it”, tá ið vit ikki kunnu vita, hvønn vit tosa um, t.d. “who is on the phone? '''It''' is secret” (tað kundi verið ein og hvør). ''Tað'' eitur “he”/“she”, tá ið vit vita, hvønn vit tosa um, t.d. “Do you know that guy? Yes, '''he''' is a buddy of mine” (vit síggja persónin). “There” verður nýtt sum eykagrundliður, tá ið rætti grundliðurin er eitt navnorð, t.d. “'''there''' is a man outside”. 

“It” verður vanliga nýtt um tíð (t.d. “'''it''' is twelve o’clock somewhere”), frástøðu (t.d. “'''it''' is a long way to Arkansas”) og veðrið (t.d. “'''it''' is so cloudy here”).
 
“It” verður nýtt, tá ið rætti grundliðurin er: navnháttur (“'''it''' is wrong to steal”) og ing-formur ('''it''' is no use to vote that way”). “It” verður nýtt sum eykagrundliður framman fyri ''that''-setningar, t.d. “it says in the report that two women were killed”. Á føroyskum hevur ognarfornavnið sama form, um tað stendur í sambandi við navnorð, ella tað stendur einsamalt (navnorðsformur): hatta er mín hundur/hundurin er mín, á enskum eru tveir formar “that is '''my''' dog” og “the dog is '''mine'''”. Ognarfornøvn fáa ikki apostrof sum hvørsfalsmerki, t.d. “the baby has got '''its''' first tooth” ella “he didn’t find his own keys, so he took '''hers'''”. Á enskum er einki orð, sum svarar til tað føroyska sín/sítt/hjá sær. Í staðin nýta bretar ognarfornavnið “his”, “her”, “its”. T.d. “he spoke to '''his''' son” (son sín/sonin) ella “the kid lost '''its''' ball” (bóltin hjá sær).
 
== Sí eisini ==