Munurin millum rættingarnar hjá "Enskt mál"

Content deleted Content added
Navnorð
Linja 36:
* orðini north, south, east, west, right, left eftir fyriseting. T.d. “to the north of the Faroe Islands” (norðan fyri Føroyar). 


 
Einki “the” er í mótsetningum, ella tá ið orðini eru hjáorð, t.d. “from right to left” (frá høgru til vinstru) ella “the room faces north” (kamarið vendir norðureftir). Summi navnorð hava eina óavmarkaða og eina avmarkaða merking, t.d. “life”, “death”, “hope”, “society” ella “unemployment”. Við óavmarkaðari merking eru orðini óbundin. Við avmarkaðari merking eru tey bundin. T.d. óbundin á enskum “we often put the blame on ''society''” (vit geva ofta samfelagnum skyldina) og bundin á enskum “''the society'' we are living in” (hetta samfelagið…).
 
=== Navnorð

 ===
[[Mynd:Usmailcontractor.jpg|thumb|right|220px|Ymisk orðanýtsla er á bretskum og [[Amerikanskt enskt mál|amerikonskum]]: amerikanar kalla t.d. “post” fyri “mail” (postur), “holiday” fyri “vacation” (feria), “autumn” fyri “fall” (heyst), “bill” fyri “check” (rokning), “biscuit” fyri “cookie” (keks), v.f.]]
Á føroyskum bendast [[navnorð]]ini í føllum, kynjum og tali: drog/drongur/dreingir/o.s.fr. Á enskum bendast tey bert í tali: eintal “boy”, fleital “boys”. Summi navnorð er óteljandi og koma bara fyri í eintali, t.d. “heat”, “weather” ella “water”. Flest navnorð fáa í fleirtali endingina s. Framburðurin er [s] ella [z]. T.d. “book, book'''s'''”, “cab, cab'''s'''”, “boys, boy'''s'''”. Navnorð, sum í eintali enda við s-ljóði fáa endingina es. T.d. “watch, watch'''es''' ella “bus, bus'''es'''”. Orð, sum í eintali enda við y eftir hjáljóð, fáa í fleirtali endingina ies. T.d. “lady, lad'''ies'''”, “hobby, hobb'''ies'''” ella “story, stor'''ies'''”. Y verður óbroytt, um sjálvljóð stendur frammanfyri, t.d. “boys, boys”, “day, days” ella “key, keys”. Nøkur orð, sum enda við o, fáa í fleirtali endingina es, t.d. “tomtato, tomato'''es'''”, “hero, hero'''es'''”, “vulcano, vulcano'''es'''”. Onnur fáa endingina s. Hetta eru serliga nýggj orð, t.d. til tøkni ella tónleik, og stytt orð. T.d. “video, video'''s'''”, “kilo, kilo'''s'''” ella “piano, piano'''s'''”. Við hvørt eru báðir møguleikar: “cargo, cargo'''(e)s'''”, “commando, commando'''(e)s'''”. 


 
Trettan orð, sum í eintali enda við f ella fe fáa í fleirtali endingina ves, t.d. “calf, cal'''ves'''”, “knife, kni'''ves'''”, “life, li'''ves'''”, “wife, wi'''ves'''”. Framburður [vz]. Onnur orð við f(e) bendast reguliga. Framburður [fs]. T.d. “chief, chiefs”, “safe, safes”, “proof, proofs”, v.f. Summi orð kunnu taka [fs] ella [vs], t.d. “scarf, scarf'''s'''/scar'''ves'''”, “hoof, hoof'''s'''/hoo'''ves'''”, “wharf, wharf'''s'''/whar'''ves'''”. Sjey orð fáa umljóð í fleirtali. Tey flestu av hesum fáa eisini umljóð í føroyskum. T.d. “man, men”, “foot, feet”, “goose, geese”, “mouce, mice”, v.f. 3 orð fáa í fleirtali endingina (r)en, t.d. “child, child'''ren'''” og “ox, ox'''en'''”. “Hundred”, “thousand”, “million” og “dozen” (dusin) fáa einki s í fleirtali, tá ið eitt tal stendur frammanfyri, t.d. “a dozen knives”, “six million bucks” ella “five thousand vehicles”. Men tey fáa s í fleirtali, um einki tal stendur frammanfyri, t.d. “thousands of people” (í hundraðtali) ella “dozens of people” (í hópatali). Í sambandi við “several” fáa tey einki s, t.d. “several hundred soldiers” (fleiri hundrað). 


 
Summi navnorð eita tað sama í bæði eintali og fleirtali. Her eru nøkur: “series” (sendirøð), “headquarters” (høvuðsstøð), “spacecraft” (rúmdarfar), “steelworks” (stálverk) og “species” (djóra-/plantusløg). Summi djór, serliga tey, ið verða veidd ella nýtt til [[Matur|matna]], eita tað sama í bæði eintali og fleirtali, t.d. “sheep”, “deer”, “fish”, “trout”, “haddock”, “salmon”, v.f. Summi navnorð eru bert í fleirtali; orð, sum merkja lutir, ið eru samansettir av tveimum pørtum (parorð), standa í fleirtali á enskum, men ikki altíð á føroyskum. T.d. “trousers” (buksur), “jeans” (cowboybuksur), “shears” (greinasaksur), “scissors” (saksur), “compasses” (passari), v.f. Skalt tú viðmerkja, at tú hevur eitt ella fleiri einstøk, mást tú siga “a pair of”, “two paris of”, o.s.fr. Hesi orðini eru vanliga bert í fleirtali: “arms” (vápn), “customs” (tollur), “pains” (ómakur). Við aðrari mering hava hesi eisini ein eintalsform: “arm” (armur), “custom” (vani), “pain” (pína). Hesti orðini eru vanliga í fleirtali, hóast tey ikki hava fleitals-s: “cattle” (neyt), “police” (løgregla), “people” (fólk), “youth” (ungdómur), “military” (hervald). “People” og “youth” kunnu hava regluliga fleirtalsending, men tey hava tá aðra merking; t.d. “the peoples of Africa” (fólkasløgini í Afrika).
 
== Sí eisini ==