Munurin millum rættingarnar hjá "Enskt mál"
Content deleted Content added
Ursusmaritimus (kjak | íkøst) sNo edit summary |
Kenniorð |
||
Linja 16:
sil = ENG}}
[[Mynd:Anglospeak(800px).png|thumb|left|Lond við meiriluta av fólki, ið tala enskt.]]
'''Enskt mál''' (ella '''eingilskt''') er móðurmál hjá umleið 360 000 000 fólkum, harav um 210 000 000 í [[USA]] ([[amerikanskt enskt]]), um 55 000 000 í [[Stóra Bretland
Enskt er [[mál]]ið hjá
== Formlæra ==
=== Kenniorð ===
[[Mynd:500_USD_note;_series_of_1934;_obverse.jpg|thumb|right|220px|Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við ávís staðanøvn, t.d. lond, sum enda við “states”, “kingdom” ella “republic”.
]]
[[Mynd:Nytimes_hq.jpg|thumb|right|220px|Bundna kenniorðið verður nýtt í sambandi við nøvn á skipum, dagbløðum, matstovum og almennum bygningum, lista og forngripasøvnum.]]
Óbundna kenniorðið er "a"/"an". Bundna kenniorðið er "the". Á [[Føroyskt mál|føroyskum]] verður óbundna kenniorðið bent í kynjum og føllum: ein/eitt/einum/eini/o.s.fr. Á enskum hevur óbundna kenniorðið bert tveir formar: “a” og “an”. Tað er byrjanarljóðið á orðinum aftan á kenniorðið, sum ger av, um vit nýta “a” ella “an”. Tað eitur "a" framman fyri hjáljóð. T.d. “a man” ella “a horse”. Tað eitur "an" framman fyri sjálvljóð. T.d. “an old man” ella “an hour” (h hoyrist ikki). Óbundna kenniorðið verður í høvuðsheitum nýtt sum á føroyskum, t.e. framman fyri teljandi navnorð í eintali. T.d. “an apple grows on a tree” (eitt súrepli veksur á einum træi). Men framman fyri óteljandi [[navnorð]] er einki "a"/"an", t.d. “bread is made from flour” (breyð er gjørt úr mjøli). Í óbundnari tíðarmerking nýta vit vanliga “one”, t.d. “one day her husband came” (ein dagin kom maður hennara heim). Tó kann ta eita “a”/“an” í sambandi við fyriseting, t.d. “on a warm summer morning” (ein heitan summarmorgun).
Á enskum stendur bundna kenniorðið framman fyri navnorðið og eitur altíð “the”. Framburðurin er “de” ella “di”. Tað er byrjanarljóðið á orðinum aftan á kenniorðið, sum ger av, um vit nýta framburðin “de” ella framburðin “di”. Framburðurin er “de” framman fyri hjáljóð, t.d. “the ear” ella “the USA”. Framburðurin er “di” framman fyri sjálvljóð, t.d. “''the'' hour”, “''the'' apple” ella “''the'' elephant”. Við áherðslu á kenniorðið kann tað verða framborið “di” framman fyri hjáljóð, t.d. “this is ‘’the’’ man we need” (júst tann rætti). Eins og á føroyskum nýta vit bundna kenniorðið, tá ið navnorðið er kent fyri okkum, t.d. “did you see the color of the sun last night?” (sást tú litin á sólini í gjárkvøldið). Enskt hevur bundna kenniorðið í sambandi við (føroyskt ikki):
* ljóðføri, ein spælir uppá ella dugir at spæla. T.d. “I play the violin” (eg spæli violin).
* navnorð, ið eru knýtt at eini "of"-umskriving. T.d. “he is the owner of the fishfarm” (hann eigur alibrúkið).
* raðtøl og dagfestingar. T.d. “it happened on the third of June” (tað hendi triðja juni)
* nøkur mállæruheiti. T.d. “the noun is in the singular” (navnorðið er í eintali).
* orðini same, following, former, latter. T.d. “we awere in Los Angeles at the same time” (vit vóru í Los Angeles um somu tíð).
* orðini north, south, east, west, right, left eftir fyriseting. T.d. “to the north of the Faroe Islands” (norðan fyri Føroyar).
Einki “the” er í mótsetningum, ella tá ið orðini eru hjáorð, t.d. “from right to left” (frá høgru til vinstru) ella “the room faces north” (kamarið vendir norðureftir). Summi navnorð hava eina óavmarkaða og eina avmarkaða merking, t.d. “life”, “death”, “hope”, “society” ella “unemployment”. Við óavmarkaðari merking eru orðini óbundin. Við avmarkaðari merking eru tey bundin. T.d. óbundin á enskum “we often put the blame on ''society''” (vit geva ofta samfelagnum skyldina) og bundin á enskum “''the society'' we are living in” (hetta samfelagið…).
== Sí eisini ==
|