Munurin millum rættingarnar hjá "Kalifornia"

Content deleted Content added
No edit summary
Linja 16:
| Størsti býur: || [[Los Angeles]]
|-----
| Innlimaður: || [[9. september]] í [[1850]]
|-----
| Guvernørur: || [[Jerry Brown]] ([[Demokratiski Flokkurin|D]])
Linja 31:
|}
 
'''Staturin Kalifornia''' (á [[Enskt mál|enskum]] State of California) er ein lutstatur í vestri í [[USA|Sambandsríki Amerika]] við 38 miljónum innbúgvum. Í suðri hevur Kalifornia mark við [[Meksiko]], í norðri við [[Oregon]], í eystri við [[Nevada]] og [[Arizona]] og í vestri við [[Kyrrahav|Kyrrahavið]]. Í [[September|septembur]] [[1850]] bleiv Kalifornia 31. lutstatur í [[USA]]. Lutstaturin var fyrr partur av [[Meksiko]]. [[Sacramento]] er [[høvuðsstaður]]inhøvuðsstaðurin <ref>http://www.50states.com/tools/thelist.htm</ref>, og størsti býurin er [[Los Angeles]].
 
[[Jarðskjálvti|Landskjálvtar]] eru vanligir har á leið, og ofta hava teir gjørt stóran skaða.
Linja 54:
Fáar dagar fyri at [[Guadalupe Hidalgo-sáttmálin]], sum fekk frið í lag ímillum [[Meksiko]] og [[USA]], skuldi verða undirskrivaður, varð gull funnið í [[Coloma]] í [[Meksiko|meksikanska]] landslutinum Kalifornia. Landsluturin hoyrdi enn til [[Meksiko]], men [[USA|amerikanskar]] flotadeildir og herdeildir høvdu hersett hann í krígnum og høvdu sett á stovn hernaðarstýri. [[Mánadagur|Mánadagin]] tann [[24. januar]] [[1848]] funnu tveirgullgravarar ein tugan gullstein í jørðini á einum oydnum lendi í [[Sacramento]]dalinum í Norðurkalifornia. Annar teirra skrivaði um hetta í sín dagbók. [[Sunnudagur|Sunnudagin]] skrivaði hann aftur í dagbókina, at nú høvdu teir kannað steinin gjølligari, og teir vóru vísir í, at tað var gull. Hann leggur so glaður afturat: "Vit hava í farnu viku grivið gull fyri meira enn 100 [[Amerikanskur dollari|dollarar]]". Tíðindi, um at gull var finnið í Kalifornia, fóru sum eldur um alt USA og haðani um heimin. Í [[1849]] tustu túsundtals gullgravarar hagar.
 
Gullgravarar og aðrir eydnusmiðir tustu nú teir næstu mánaðirnar í stórum tali til Kalifornia, so at hetta áður fámenta landið brádliga uddi av fólki. Tá ið gullið varð funnið, búðu uml. 2000 fólk í Kalifornia, men áðrenn eitt ár var liðið, hevði gullfepurin drigið 92 000 fólk at seta búgv har. Hesi gróvu eftir gulli, eins og vóru tey heilt frá sær sjálvum. Nógv gull varð funnið, og nøkur fá, ið høvdu eydnuna við sær, gjørdust rík eftir stuttari tíð. [[Sacramento]]adlurin var í nøkur ár ([[1848]]-[[1855]]) satt paradís hjá gullgravarunum. Allastaðni varð grivið og høgt, og fleiri ferðir vóru stórir klumpar funnir.
 
Men livilíkindini hjá teimum mongu niðursetufólkunum, sum ikki gjørdust rík, vórðu skjótt út av lagi vánalig. Eingi hús vóru at búgva í. Ongar krambúðir vóru, sum matur og annað kundi fáast úr, og ikki vardi leingi, fyrr enn lógloysi valdaði við teirri avleiðing, at byrsan avgjørdi hvørja trætu og hvørt stríð. Tá ið gullfepurin hæsaður av, vóru nógv, sum fóru at leita eftir gulli aðrastaðni. Tó høvdu tey flestu sæð, at Kalifornia var eitt fruktagott land við avbera góðum veðurlagi, og tað vóru tí ikki so fáir gravarar, sum eydnan hevði verið kørg við, ið nú gjørdust dugandi og ágrýtnir landbúnaðarmenn.
 
=== Innlima ===
[[Mynd:United_States_1850-1853-03.png|thumb|right|250px|USA í [[1850]]. [[9. september]] [[1850]] blívur Kalifornia 31. statur í [[USA]].]]
Heilt síðani [[1776]], tá ið [[USA]] var vorðið eitt sjálvstøðugt ríki, høvdu amerikanskir eydusmiðir leitað vestureftir inn millum fløturnar og fjøllini. Teir høvdu har skipað ein stat fyri og annan eftir, sum síðani vóru innlimaðir í samveldið. Í byrjanini vóru tað 13 statir, sum høvdu viðtikið Frælsisyvirlýsingina, men í [[1849]] var [[USA]] vaksið til 31 statir.
 
Til tess at hjálpa teimum nógvu niðursetufólkunum varð ein maður eftir boðum frá stjórnini í [[Washington DC]] sendur til Kalifornia at stíla fyri skipanini av einum nýggjum stati, ið kundi verða innlimaður í [[Sambandsríki Amerika|Sambandsríkið Amerika]]. Hetta var í [[1849]]. Fyri at sleppa upp í samveldið skuldi ein grundlóg gerast fyri Kalifornia, ið kundi góðkennast av [[Washington DC]]. Umboðsmaðurin hjá stjórnini hjálpti niðursetufólkunum at evna eitt lógaruppskot - men stutt vardi, so stakk eitt vandamál seg upp, ið ikki var so lætt at loysa, skuldi nýggi staturin loyva [[Trælur|trælahaldi]] ella skuldi slíkt bannast. Í Kalifornia var tað ymiskt, sum teir hildu um trælahald. Nógvir gullgravarar vóru komnir úr Suðurstatunum og kundu væl hugsað sær at fara undir at dyrka bummull, og tí vildu teir hava loyvi til at halda [[Trælur|trælir]]. Hendingarnar skaptu stóra øsing í Suðurstatunum. Fólk vóru ill um at hava mist rættindini til ein stat, sum kundi gjørst ein frálíkur trælastatur, og varð alment hótt við at siga limaskapin í [[USA|Sambandsríkinum Amerika]] upp. Í [[1850]] eydaðist tað tó stjórnini í [[Washington DC]] at smíða eina lóg, sum minkaði um ónøgdina eina tíð - Í Kalifornia skuldi ikki vera trælahald.
 
Niðursetufólkini, sum vildu hava frælsi og sjálvstýri, kravdu at fáa fólkastýri. Ein stýrisskipanarlóg varð gjørd og løgd fyri kongressina í [[USA]]. Hon góðkendi stýrisskipanarlógina, og Kalifornia gjørdist 31. ríkið í [[USA]] ([[9. september]] [[1850]]). Floymurin av gullkubbum úr Kalifornia helt fram í mong ár.
 
== Fólkið ==
Linja 70:
Upprunafólkið í Kalifornia er indiánar.[[Spania|Spaniólar]] vóru fyrstir úr Evropa, sum búsettust í Kalifornia. [[Kyrrahav]]sstrondin var ikki so væl atkomilig sum hin, og tí kom at vera longur áðrenn nakað munandi av fólki settist niður har. So seint sum í [[1848]] var heilt lítið av fólki í Kalifornia, men so frættist, at gull var funnið í landinum, og menn tustu til úr øllum ættum - tað mesta kom eftir [[Sjógvur|sjónum]], tí í teirri tíðini gingu hvørki jarnbreytir ella vegir eystanífrá til vesturstrondina í [[USA]]. Summir funnu gull og gjørdust ríkir eftir stuttari tíð, men teir flestu funnu einki. Teir vórðu kortini verandi, tí teir sóu, at landið var livligt, veðurlagið heitt, jørðin góð, og nógvur [[fiskur]] úti fyri strondini.
 
Í [[januar]] [[2013]] búðu 38 041 430 fólk í Kalifornia. Í [[Flagg Sambandsríkið Amerika|amerikanska flagginum]] eru 50 stjørnur, ein fyri hvørt landið í [[USA]]. Vóru stjørnurnar eftir fólkatalinum, hevði stjørnan hjá [[Wyoming]] verið tann minsta og stjørnan hjá Kalifornia, sum er fjølmentasta landið, hevði verið einar 60 ferðir størri. Kalifornia er fjølmentað samfelag. Almenna [[mál]]ið í statinum er [[Enskt mál|enskt]] <ref>http://www.leginfo.ca.gov/.const/.article_3</ref>, men fólkið í Kalifornia er ættað úr mongum londum - har eru [[Afroamerikanarar|afroamerikanar]] (6,7 %), [[Latínoamerikanarar|latínoamerikanar]] (36,6 %), [[Upprunaamerikanarar|indiánar]] (1,2 %), [[ásia]]tar (12,5 %) og [[Evropa|evropear]] (42,3 %) <ref>http://quickfacts.census.gov/qfd/states/06000.html</ref>. Eisini eru stórir spanskttalandi minnilutar í [[Suðurkalifornia]]. Tey flestu hava [[USA|amerikanskan]] ríkisborgararætt. Tann spanskttalandi parturin av íbúgvum er í stórum vøkstri bæði í nøgd og [[Búskapur|búskapi]]. [[Meksiko|Meksikanskur]] [[matur]] og [[tónleikur]] er væl dámdur. Meginparturin av fólkinum er [[Protestantisma|protestantar]], og eini 31 % eru [[Rómverska-katólska kirkjan|katolikkar]].
 
At standa á [[Surfing|brimfjøl]] er væl dámd kalifornisk [[Ítróttur|ítrótt]]. Í nógvum býum eru javnan kappingar. Hjá nógvum ungdómi fer øll frítíðin at standa á brimfjøl. Heita veðurlagið og mongu sólardagarnir gera, at nógvir kalifornar eru stóran part av frítíðini við strondina.
Linja 88:
Flestu ferðafólk koma úr grannastatunum í [[USA]]. Um allan heim verður flogferðsla alsamt meira liberaliserað, og tað merkir príslækkingar innan økið. Bíligir flogferðaseðlar hava gjørt, at nógvir amerikanar fara til Kalifornia at ferðast. Lýtt veður og vøkur, stórfingin náttúra gera, at fólk eru nógv úti, og at nógv frítíðarvirksemi eisini er uttandura í Kalifornia. Ferðavinnan gevur eitt munagott íkast til kaliforniska [[Búskapur|búskapin]]. Inntøkurnar frá fólki búsitandi uttanlanda, sum ferðast til Kalifornia, tátta í [[Amerikanskur dollari|$]] 95.1 billiónir í [[2010]]<ref>http://tourism.visitcalifornia.com/Research/California-Statistics-and-Trends/</ref>. Øll eru eisini samd um, at tað ber væl til at vaksa munandi um hesar inntøkur við at vaksa um ferðavinnubúskapin.
 
Í [[2010]] hava verið yvir 20 milliónir vitjandi. Nógv tey flestu eru úr [[USA]], meðan restin av top-listanum er [[Meksiko]], [[Kanada]], [[Japan]], [[Stóra Bretland|Bretland]], [[Suðurkorea]] og [[Týskland]] <ref>http://tourism.visitcalifornia.com/Research/International-Visitor-Profiles/</ref>.
 
Áhugavert at vitja: [[Hollywood]] (t.d. Walk of Fame), Beverly Hills, Santa Monica Beach, [[Catalinaoy]], [[Golden Gate brúnni|Golden Gate Bridge]], Disneyland, Sierra Nevada, Yosemite National Park, Big Sur, Alcatrazoy, San Diego Zoo, Tahoevatn.
Linja 94:
=== Landbúnaður ===
 
Í Kalifornia driva teir ógvuliga nógv upp á at dyrka frukt. [[Sólin|Sólargangurin]] er góður og moldin við, so trøini trivast av tí besta. Men summarið er so turt, at vatn má veitast til trøini, og longu [[Spania|spaniólarnir]], sum høvdu havt frukttrø við sær úr [[Spania]], byrgdu hyljar og veittu vatn oman á bøin. Nú eru stórar byrgingar gjørdar uppi í fjøllunum, og alt vatnið í áunum verður brúkt til at veita til akrarnar og urtagarðarnar. Vatnið fer í langar gryvjur ella rør, og bøndurnir ella urtagarðsmenninir kunnu so keypa tað frá teimum feløgunum, sum hava lagt rørini og grivið gryvjurnar.
 
== Politikkur ==
Linja 162:
|}
 
[[Jerry Brown]] (f. 7. apríl 1938 í [[San Francisco]]) er guvernørur <ref>http://www.sfgate.com/jerry-brown/</ref>. Hann umboðar [[Demokratiski Flokkurin|Demokratarnar]]. 13,7 prosent av fólkinum livir í fátækradømi ([[2012]]). 10,2 prosent av fólkinum er arbeiðsleys og miðallívsævin í lutstatinum er 80,2. Statirnir [[Iowa]], [[Vermont]] og [[New Hampshire]] góðkentu í 2009 [[Samkynt hjúnarlag|samkynd hjúnarbond]], meðan Kalifornia atkvøddi ímoti teimum. Í 2013 avgjørdi hægsti dómstólurin í USA tó, at hetta lógaruppskotið var í stríð við amerikansku grundlógina. Kalifornia fær tí kynsleyst hjúnalag í juni 2013 <ref>http://www.aftenposten.no/nyheter/uriks/Forbud-mot-homofile-ekteskap-oppheves-i-California-7243518.html#.Uc6JvDv0GGU</ref><ref>http://www.latimes.com/news/local/la-me-0629-la-gay-wedding-20130629,0,243683.story</ref>.
 
[[Marijuana]] er lógligt í Kalifornia um tú einans hevur læknaváttan <ref>http://www.huffingtonpost.com/2011/10/26/obama-administration-medical-marijuana-crackdown-california_n_1033482.html </ref>.
Linja 175:
 
Í Kalifornia er [[Deyðarevsing|deyðadómur]]. Umleið 725 deyðadømdir fangar eru í fongslum í Kalifornia, men eingin fangi er avrættaður síðani 2006. Í 2012 verður fólkaatkvøða í Kalifornia um at seta deyðarevsing úr gildi, men sambært meiningakanningunum er ein meiriluti fyri at varðveita hana <ref>http://www.latimes.com/news/local/la-me-poll-death-penalty-20121026,0,7370020.story</ref>. Myndugleikarnir siga, at 6,460,264 fólk atkvøddu 6. nov. 2012 fyri at varðveita deyðarevsing. Sostatt tóku 52 % prosent undir við verandi støðu <ref>http://ballotpedia.org/wiki/index.php/California_Proposition_34,_the_End_the_Death_Penalty_Initiative_(2012)</ref>.
 
== Djóralívið ==
 
Djóralívið í Kalifornia er ógvuliga ríkt og fjølbroytt. Í Suðurkalifornia eru nógv eiturdjór, til dømis [[slangur]], [[oydlur]] og [[sporðdrekar]]. Amerikanska puman trívist í tjúkkum skógi í Norðurkalifornia eins væl og í hálvgum oyðimørk í [[Suðurkalifornia]]. Kalldjórið kann vera 1,8 m. langt og viga eini 100 kg. Helst um náttina reikar puman um á veiðiferð. Djórini, hon tekur, eru ymisk til støddar, eitt nú [[hara]], rotta og hjørtur. Fyrr jagstraðu og skutu teir pumuna, tí hon av og á tók djór frá bondunum. Amerikanski [[preriuúlvur]]in er vanligari at síggja; preriuúlvurin er í ætt við sjakal, úlv og taman hund. Svartabjørn heldur eisini til í skógum og friðaðum økjum í Kalifornia; í 2014 vóru 25-35 000 bjarnir í Kalifornia <ref> http://www.tahoewildbears.org/black_bear_facts.htm</ref>. 


 
Kolibriin heldur til um alt Kalifornia. Fuglurin vendir veingjunum, tá ið hann slær teir uppeftir, so luftin strýkur niðurvið, og upptrýstið verður støðugt. Velið er úttambað at bøta um javnvágina, tá ið kolibrin hongur á surruflogi. Meðan tær súgva hunang, flagsa tær á surruflogi beint uppeftir ella niðureftir, eisini aftureftir sum [[tyrlur]]. Á surruflogi láta veingirnir millum 20 og 50 ferðir um sekundið. Kaliforniska sjóleyvan er tað kópaslagið, ið mest verður vant til framsýningar; tær halda til í túsundatali við kalifornisku strendurnar. Tær taka serliga [[Høgguslokkar|høgguslokk]], fisk og onnur sjódýr.
 
== Kelduávísingar ==