Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
sNo edit summary
sNo edit summary
Linja 114:
==== Handilsviðurskifti ====
[[Mynd:Seabirds_longlinersm.jpg|thumb|right|250px|Føroyski útflutningurin til Russlands er fleirfaldaður frá 2007 til 2012 <ref>http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html</ref><ref>http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=btsjm&lang=en_us&url=http%3A//www.tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx%3FFile%3D%252fFiles%252fFiler%252fPHJ+f%2526iacute%253blur%252fKopi+af+Import+Export+Russia+FO.pdf&referer=http%3A%2F%2Fwww.tinganes.fo%2FDefault.aspx%3FID%3D10768%26PID%3D10768%26NewsID%3D5405%26Action%3D1&v=</ref>.]]
[[Føroyar]] hava í nógv ár arbeitt við at betra um handilsviðurskiftini við Russland. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland millum annað knýtti ætlaða [[WTO]]-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um "[[Most favoured nation-reglan|Most Favoured Nation Treatment"]]. Sáttmálin kom í gildi í 2006 <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/tad-lysir-i-eystri/</ref>. Roknað í mun til samlaða føroyska útflutningin fara góð átta prosent av øllum føroyskum útflutningi til Russlands, tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya <ref>http://aktuelt.fo/handilsstongsulin+russland+tridstorsti+markadur+hja+foroyum.html#.Ux9sleddXv0</ref>. Og ikki nokk við tí: seinastu árini er útflutningurin til Russlands nevniliga øktur við rúkandi ferð. Áðrenn 1992 útfluttu Føroyar als einki til Russlands. Og næstu nógvu árini sveiggjaði føroyski útflutningurin til henda risastóra marknað millum tríggjar og 40 milliónir krónur. Í 2005 fór føroyski útflutningurin til Russlands upp um 100 milliónir krónur, men tað var ikki fyrr enn í 2011, at tølini fóru beint upp í loft. Í 2011 útfluttu føroyingar fyri 420 milliónir krónur til russiska marknaðin og í 2012 útfluttu Føroyar fyri 463 milliónir krónur. Hesi bæði árini hækka tølini upp í 7,77 prosent av samlaða útflutninginum í 2011 og upp í 8,43 prosent av samlaða útflutninginum í 2012. [[Laksur]] var tað, sum Føroyar útfluttu mest av til Russlands í 2012. Samanlagt útfluttu føroyskar fyritøkur laks fyri 196 milliónir krónur til Russlands í 2012. Næst á listanum var sild, tí í 2012 keyptu russar sild úr Føroyum fyri 123 milliónir krónur. Á triðja plássi kom [[makrel]]ur við 61 milliónum krónum.
 
Undir árliga [[ST]]-aðalfundinum í 2012 nýtti løgmaður, [[Kaj Leo Holm Johannesen]], høvi at hava fund við russiska uttanríkisráðharran, Sergey Lavrov <ref>http://www.us.fo/Default.aspx?ID=11242&M=News&PID=24224&NewsID=4742</ref>. Á skránni fyri fundin vóru handilsviðurskiftini millum [[Føroyar]] og Russland. Føroyski útflutningurin til russiska marknaðin er vaksandi, og ynski er frá føroyskum vinnulívi at fáa betri marknaðaratgongd. Landsstýrið arbeiðir tí fyri at at fáa ein nýggjan handilssáttmála í lag, og er hetta fyrstu ferð, at handilsviðurskiftini landanna millum, eru umrødd á ráðharrastigi. Á fundinum legði løgmaður dent á tað søguliga samstarvið millum Føroyar og Russland, og vísti á góða samstarvið á fiskivinnuøkinum, og at Føroyar vóru millum fyrstu londini í [[Vesturheimurin|Vesturheiminum]], sum gjørdu fiskivinnusáttmála við táverandi [[Sovjetsamveldið]]. Samskifti hevur áður verið millum Føroyar og Russland um ein nýggjan handilssáttmála, men russar vóru ikki sinnaðir at samráðast um nýggjan sáttmála fyrr enn Russland gjørdist limur í [[WTO]]. Fleiri enn 30 lond ynskja at gera fríhandilssáttmála við Russland í 2012; løgmaður og uttanríkisráðharrin Lavrov samdust um at byrja eina tilgongd, har fyrsta stigi er, at landsstýrið letur russisku stjórnini eina formliga áheitan um nýggjan handilssáttmála. Í hesum sambandi segði løgmaður: ”Ein nýggjur handilsssáttmáli við Russland hevur stóran týdning fyri okkara útflutning. Men vit mugu gera okkum greitt, at tað kann ganga rúm tíð áðrenn ein sáttmáli gerst veruleiki" <ref>http://www.us.fo/Default.aspx?ID=11242&M=News&PID=24224&NewsID=4742</ref>.