Munurin millum rættingarnar hjá "Norskahavið"

Content deleted Content added
sNo edit summary
No edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Norwegian_Sea_map_no.png|thumb|right|250px]]
'''Norskahavið''' er tann parturin av [[Atlantshavið|Atlantshavinum]], ið er millum [[Noreg]], [[Bjarnoyggin|Bjarnoynna]], [[Jan Mayen]], [[Svalbarð]] og [[Ísland]]. Tað er 2,6 milliónir km² í vídd. Føroyar liggja á markinum millum tvey stór havøki. Eystan- og norðanfyri er eitt øki, sum vit nevna Norðurhøvini, ið er eitt felagsnavn fyri tey trý Norskahavið, Grønlandshavið og Íslandshavið. Vestan- og sunnanfyri Føroyar er Norðuratlantshavið. Markið millum Norðuratlantshavið og Norðurhøvini er ein undirsjóvarryggur: ''Grønlands-Skotlandsryggurin''. Í støðum er hann djúpari enn 500 metrar, og tey ovastu løgini av sjógvi ferðast frítt yvir honum; men hann forðar tí serliga á stórum dýpi Norðuratlantshavið frá Norðurhøvunum. Norðan fyri Norðurhøvini liggur Íshavið, eystanfyri er Barentshavið og sunnanfyri Norskahavið og eystanfyri Stórabretland er Barentshavið[[Norðsjógvurin]].
 
Sambært einari frágreiðing í 2014 arbeiða 24.000 fólk á boripallum í Norskahavinum <ref>http://gammelweb.iris.no/internet/student.nsf/199f312efd2a0cacc125680e00635b85/dcbb79970f2bfa72c1257c98002bfe93/$FILE/IRIS%20rapport%20028%202014%20Offshoreansatte.pdf</ref><ref>http://www.iris.no/publications/414551636/2014-028</ref>. Av teimum eru 12,5 prosent kvinnur. Í kanningini sæst eisini, at 90 prosent eru [[norðmenn]]. Av útlendingunum eru [[USA|amerikanarar]] best umboðaðir. Teir eru 400 í tali. 300 danir eru á pallunum, 270 sviar og 220 bretar. Longri niðri á listanum sæst, at finnarnir eru 43 í tali, íslendingar somuleiðis 43, og at 24 føroyingar eru í teirri skrásetingini. IRIS (International Research Institute of Stavanger), sum hevur gjørt frágreiðingina, ger vart við, at tølini umfata ikki tey, sum eru við veitingarskipum, sum liggja hjá pallunum og heldur ikki tey, sum arbeiða uppi á landi í arbeiði, sum hevur tilknýti til pallarnar.