Munurin millum rættingarnar hjá "Paralympiskir Leikir"

Content deleted Content added
sNo edit summary
Linja 1:
[[Mynd:Paralympic flag.pngsvg|250px|thumb|Paralympiska flaggið]]
'''Paralympisku Leikirnir''' er ein stór altjóða ítróttarstevna fyri ítróttarfólk við kroppsligum ella sálarligum breki. Síðan Olympisku Leikirnir vóru hildnir í Soul í Suðurkorea í 1988 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir í sama býi og beint eftir teir Olympisku Leikirnir. Í 2012 verða leikirnir hildnir í London í september, har Olympisku Leikirnir fyri frísk ítóttarfólk vóru hildnir í London í juli og august. Allir Palalympiskir Leikir verða fyriskipaðir av Altjóða Paralympisku Nevndini (International Paralympic Committe, stytt IPC). Paralympisku Leikirnir hava ment seg frá at vera ein lítil ítróttarstevna, sum bretskir krígsveteranar frá Seinna Heimsbardaga tóku stig til í 1948 til at vera ein av heimsins størstu ítróttarstevnum ella ítróttartiltøkum. Fyrstu Paralympisku Leikirnir sum ikki bert vóru fyri krígsveteranar vóru hildnir í 1960 í [[Róm]],<ref>[http://www.cbc.ca/olympics/story/2008/09/02/f-paralympics-history.html CBC.ca, Paralympics traces roots to Second World War]</ref> har 400 ítróttarfólk frá 23 londum kappaðust. Síðan 1960 hava Paralympisku Leikirnir verið hildnir sama ár sum Olympisku Leikirnir. Paralympisku Leikirnir verða fyriskipaðir paralelt við [[Olympiskir Leikir|Olympisku Leikirnir]]. Tað eru bæði summarleikir og vetrarleikir fyriskipaðir.