Munurin millum rættingarnar hjá "Stóra Bretland"

Content deleted Content added
Linja 60:
 
Bretska stjórnin situr í [[London]] í [[Ongland]]i; men tað eru sterkar frælsisrørslur bæði í [[Skotland]]i, [[Wales]] og [[Norðurírland]]i. [[Norðurírland|Norðurírar]] hava sítt egna ting, og tað fáa [[Skotland|skotar]] og [[Wales|valisar]] um stutta tíð. Tjóðskapareyðkennini í hesum londum verða goymd í sermerktum handverki og siðum. Til dømis eru enn mangir [[Skotland|skotar]], sum serligar hátíðardagar lata seg í puntuta skjúrt sítt.
 
[[Samkynd]] í Stóra Bretlandi kunnu [[Skrásett parlag|skráseta]] seg í parlagi, men tey verða ikki viðurkend sum hjún.
 
=== Uttanríkispolitikkur ===
Line 70 ⟶ 68:
 
[[Føroyar]] og Stóra Bretland eru grannatjóðir og hava í mong ár samstarvað væl. Í [[Søga|søguligum]] høpi hevur leingi verið samstarvað landanna millum á fiskivinnuøkinum, men seinastu tíðina er samstarv eisini fingið í lag til dømis í [[Olja|oljuvinnu]], útbúgving, ferðing og mentan. Seinastu árini, hava ávísar broytingar eisini havt við sær, at møguleikarnir fyri meira samstarvi eru mentir. Í Stóra Bretlandi er ein av stóru broytingunum til frama fyri meira politiskum samstarvi helst, at [[Skotland|skotska]] heimastýrið varð stovnsett; men eisini [[Olja|oljuleitingarvirksemið]] á [[Føroyar|føroyskum]] [[hav]]leiðum, øktir útbúgvingarmøguleikar og betri ferðasamband til grannan fyri sunnan munnu vera atvoldin til, at [[Føroyar|føroyska]]-bretska samstarvið er ment.
 
=== Samkynd ===
 
[[Samkynd]] í Stóra Bretlandi kunnu [[Skrásett parlag|skráseta]] seg í parlagi, men tey verða ikki viðurkend sum hjún; í 2005 varð lógarbroytingin um skrásett parlag samtykt í Bretlandi. Í 1988 setti konservativa stjórnin við [[Margaret Thatcher|Thatcher]] á odda í verk Section 28. Section 28 var ein reglugerð, sum bannaði lokalum myndugleikum at kunna um samkyndleika, eins og sýna viðurkenning mótvegis samkyndleika <ref>http://www.legislation.gov.uk/ukpga/1988/9/contents</ref>. Í 2003 varð Section 28 reglugerðin strikað sambært kongaligari staðfesting. Fram til 2001 hevði Stóra Bretland eisini ein høgan kynsligan lógaldur fyri samkynd. Hann var 21 ár fram til 1994, meðan hann var 16 fyri hinar íbúgvarnar. Í 1994 varð kynsligi lógaldurin fyri samkyndar menn settur niður, men var millum 1994-2001 tvey ár hægri enn fyri helmingin av bretsku íbúgvunum. Í 2005 kundu samkyndir bretar frøðast um, at teir kundu ganga saman í skrásett parlag, og 17. juli í 2013 varð eitt lógaruppskot samtykt, sum loyvir samkyndum bretum og [[Wales|walisarum]] at giftast tann frá 29. mars 2014. Talan er tó bert um borgarligar vígslur.
 
== Landafrøði ==