Munurin millum rættingarnar hjá "Kalsoy"

Content deleted Content added
No edit summary
No edit summary
Linja 22:
 
Nógv [[Seyður|seyðahald]] er í oynni, og í [[Mikladalur|Mikladals kommunu]] er eisini nógv neytahald. Har eru eini 40-50 neyt, av hesum eru 25 mjólkineyt, sum øll eru á [[Trøllanes]]i. Annars eru kalsoyingar til skipsfiskiskap, nakrir arbeiða í Klaksvík, og seinastu árini hevur eisini verið arbeitt við at sambinda allar bygdirnar í oynni við vegum og tunnlum. Tað eru fýra tunnlar í oynni, sum samanlagt hava eina longd uppá 5.500 metrar. Ein smoltstøð er í Knúksdali millum [[Húsar]] og [[Syðradalur, Kalsoy|Syðradal]], og har arbeiða 5 til 10 fólk. Støðin framleiðir 1,7 millión smolt um árið.
 
== Kend fólk ==
[[Mynd:Kalsoy_1.jpg|thumb|right|250px|Vestursíðan av oynni.]]
* '''[[Hans Jákup Glerfoss]]''' úr [[Mikladalur|Mikladali]] (f. 1937) er yrkjari og listamálari. Hann málar serliga litirnar upp ímóti tí gráa og svarta. Listaverkini hjá Hans Jákupi eru ofta lýsingar av fólki og figurbólkum við blýanti, penni og tushpensli.
* '''[[Gunnleivur Glerfoss]]''' úr Mikladali (1948-91) var fittur í hondunum og hegnismaður. Umframt sítt handverk gjørdi hann eisini nógv við at mála og tekna. Eftir Gunnleiv finnast nógvar tekningar og málningar kring landið.
* '''[[Hans Hansen]]''' úr Mikladali (1920-1970) var nógv bundin at heimbygdini, landslagnum og fólkinum har. Hans gekk eisini nýggjar leiðir innan málningalist, hann kunnaði seg m.a. um mosaik- og frescoteknikk. Íblásturin frá frescomálningum sæst aftur í hansara oljumálningum.
* '''[[Fridtjof Joensen]]''' úr Mikladali (1920-1988) var maskinmeistari og í mong ár við fiskiskipi. Í frítíðini gjørdi hann træskurðir. Sum 47 ára gamal fór hann á myndahøggaraskúla í [[Danmark]]. Umframt træ nýtti Fridtjof eisini tilfar sum [[jarn]], [[kopar]], stál og aluminium. Standmyndir, sum Fridtjof hevur evnað til, standa í nógvum bygdum og býum kring landið.
* '''[[Poulina Joensen]]''' úr Mikladali (1921-1996) er kend fyri sínar naturalistisku málningar í ljósum, klárum litum. Hon gjørdi eisini blýantstekningar og málaði nógv á postalín.
* '''[[Eliesar í Pálsstovu]]''' (1880-1957) var hegnismaður. Hann málaði, teknaði og gjørdi træskurðir. Hann var eisini kendur fyri sínar glaseringar (mála áringar á vegg). Listaverk hjá Eliesari eru at síggja í nógvum heimum, umframt á apotekinum á Fornminnasavninum í [[Klaksvík]], har hann millum onnur hevur prýtt veggin við myndum.
* '''[[Absalon Guttormsen]]''' av [[Trøllanes]]i (1830-1902) var hegnismaður og kendur fyri at vera framburðssinnaður og skapandi. Hann var, umframt at vera smiður, lærari, bóndi og tingmaður, eisini fotografur. Fleiri av myndum hansara eru í Kalsoynni og á Fornminnasavninum í Klaksvík.
* '''[[Johanna Mathea Skaale]]''' av Trøllanesi (1906- 2007) búsettist í [[Tórshavn]], men hon var fødd og uppvaksin á Trøllanesi. Hon var kend fyri sítt hegni, serliga at seyma og evna pløgg til. Eitt tíðarskeið seymaði Johanna Mathea m.a. fyri tey fínu í Keypmannahavn: hon var við til at seyma kjólan hjá Alexandrinu drotning, ommu [[Margrethe II|Margretu]], sum hon nýtti til forlovilsisveitsluna hjá Fríðriki og Ingrid í 1934.
* '''[[Katrina á Trøllanesi]]''' var eitt umboð fyri mentanina á Trøllanesi; hon umboðaði handalagið og hegnið, sum framvegis er eitt eyðkenni fyri tey í Útistovu. Hon gav út bók um plantuliting, sum var hennara serfrøði úr heimbygdini. Í 1973 fekk hon Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir. Hesa virðisløn fekk hon fyri bókina Plantuliting. “Bókin er bæði eitt hent upplýsingarverk og lívsverkið hjá einari ídnari og kønari kvinnu. Vit hava ikki ivast í at lata høvundin fáa virðisløn fyri hetta verkið”, stendur m.a. í lýsingini av virðislønini. Hon var av ídnastu loysingarfólkum.
 
== Bygdir ==
Line 34 ⟶ 46:
 
<gallery>
Mynd:Kalsoy_1Sydradalur.2.jpg|Vestursíðan av oynniSyðradalur.
Mynd:Kalsoyarfjordur,_Faroe_Islands.jpg|[[Kalsoyarfjørður]].
Mynd:Faroe_stamp_348_kalsoy.jpg|Frímerki frá 1999.