Munurin millum rættingarnar hjá "Irak"

Content deleted Content added
No edit summary
sNo edit summary
Linja 43:
Tann [[USA|amerikanska]] innrásin byrjaði 20. mars 2003. Amerikonsku royndirnar at skapa demokrati og samstundis [[Kríggið Móti Yvirgangi]], hevur havt við sær at landið er gjøgnumdrivið av harðskapi, deyða og líðing. Tað rakar øll, men mest kvinnurnar. Meira enn ein millión irakiskar kvinnur eru í dag einsamallar um at uppihalda familjunum, og arbeiðsloysið er stórt. Áðrenn kríggið gingu tey flestu børnini í skúla, og kvinnur arbeiddu í stórum tali. Í dag eru teir almennu stovnarnir, har kvinnurnar starvaðust ikki til. Aðrasteðs, sum til dømis í [[Basra]], hava trúarbólkar, sum hava serliga fatan av, hvussu kvinnur skulu vera, tikið valdið. Í dag sleppa kvinnur í Basra ikki at íðka [[ítróttur|ítrótt]] og noyðast at ganga við turriklæði.
 
[[Irak-kríggið|Kríggið í Irak]] hevur kostað yvir 600 000 sivilum irakum lívið, vísir ein kanning, sum amerikanskir og irakskir granskarar hava gjørt í 2006 <ref>http://www.nytimes.com/2006/10/11/world/middleeast/11casualties.html?_r=0</ref>. Metingarnar hjá granskarunum fýra ferðir hægri enn tey tøl, irakska stjórnin higartil hevur almannakunngjørt um sivilt mannfall, bygt á upplýsingar frá líkhúsum og sjúkrahúsum. Granskararnir byggja hinvegin síni tøl á spurnarkanningar, sum eru gjørdar á rættiliga breiðum grundarlagi kring alt Irak. At 600 000 sivilir irakar eru falnir undir krígnum, svarar til, at 500 sivilfólk eru deyð hvønn einasta dag síðani amerikansku innrásina í [[mars]] mánaði í 2003.<sup>1</sup>
 
Ein rúgva av [[Palestina|palestinensum]] eru vorðnir heimleysir av ófriðinum, sum hevur merkt landið síðani [[USA]] gjørdi innrás í 2003. Í 2003 búðu 34 000 [[Palestina|palestinensar]] í Irak. [[ST]] hjá kommessiónin fyri flóttafólk metir, at talið nú er minkað niður í 10 000-15 000.
Linja 49:
[[Irak-kríggið|Kríggið í Irak]] hevur nærum kostað [[USA]] tað sama sum [[Vjetnamkríggið|kríggið í Vjetnam]]. Amerikanska [[Kongressin í USA|kongressin]] hevur latið gjørt eina nýggj frágreiðing um, hvussu nógv kríggj hava kostað USA, líka afturi frá 1775. Irak-kríggið verið líka dýrt fyri USA sum [[Vjetnamkríggið]]. Uppgerðin vísir, at Irak-kríggið, sum higartil hevur vart í fimm ár, hevur kostað amerikansku skattagjaldarunum umleið 3.074 milliardir krónur. Vjetnamkríggið, sum vardi í 10 ár, kostaði 3.170 milliardir krónur, við virðinum á [[USA Dollari|dollaranum]] í dag. Tað er tó eitt sindur trupult at samanbera, millum annað orsakað av inflatiónsfaktorinum.
[[Mynd:IraqNumberedRegions.png|thumb|right|250px|Landslutir í Irak.]]
Hóast tað eru 11 ár síðan, at [[USA]] leyp á Irak, er støðan í landinum ófriðarlig og ótrygg. Amerikanski forsetin, [[Barack Obama]], leggur nú eftir USA og tess sameindu í Irak. Obama heldur, at londini hava gjørt alt og lítið til tess at loysa flóttafólkakreppuna, sum hevur tikið seg upp aftan á kríggið í Irak. Irakkríggið er av, í øllum førum á papp­írinum. [[Hósdagur]]in [[29. desember|29. des.]] í 2011 var almenni dagurin fyri endan á krígnum, sum byrjaði 20. mars 2003, men nógv ivast í, um unga irakska fólkaræðið er nóg sterkt til at standa á egnum beinum.
 
== Politikkur ==