Munurin millum rættingarnar hjá "Laksur"

Content deleted Content added
meira tekst
s of - og
Linja 12:
Laksur hevur stóran vinnuligan týdning. [[Marine Harvest]] framleiðir fjórða hvønn laks, 25 prosent, í heiminum <ref>http://exchanges.nyx.com/en/new-york-stock-exchange/marine-harvest-celebrates-its-listing-nyse</ref>. Fyritøkan hevur virksemi í 22 londum, og av hesum er millum annað [[Fiskaaling|aling]] í [[Føroyum]]. Starvsfólkini hjá Marine Harvest eru 10.400 í talið um allan heimin. Størsti eigarin í Marine Harvest er John Fredriksen, ið er uppvaksin í arbeiðarabýarpartinum Vålerenga í [[Oslo]], men sum hevur bygt seg upp til at vera ein av heimsins ríkastu monnum. Marknaðarvirði á Marine Harvest er í løtuni knappar 28 milliardir krónur <ref>http://www.dagbladet.no/2014/01/28/nyheter/laks/oppdrett/marine_harvest/john_fredriksen/31513382/</ref>.
 
Í 2011 var laksur heili 34 % av samlaða føroyska vøruútflutninginum í virði ofog í 2013 varð virðið av tí útflutta laksinum í Føroyum 43 % av samlaða útflutninginum<ref>[http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/news_repos/%DAtflutningur%20des.%202013 Hagstova.fo, Uppsjóvarfiskur og laksur tveir triðingar av fiskaútflutninginum]</ref>, harvið er laksur Føroya størsta einstaka útflutningsvøra <ref>http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=32&Action=1&NewsId=675&PID=4786</ref>. Prísfalli á heimsmarknaðinum seinnu helvt í 2011 sæst aftur í hagtølunum. Nøgdin av útfluttum laksi er økt 29 %, meðan samlaða virði bert økti 10 % í 2011. Størsti marknaðurin fyri føroyskan alifisk er sambært hagtølunum [[USA]]; føroyskur laksur hevur gott orð á sær í USA. Føroyska alivinnan útflutti næstan 350 milliónir krónur av laksi til USA í 2010, tað vil siga at fjórði hvør føroyskur laksur endaði í USA. Eftir USA kemur [[Týskland]], [[Stóra Bretland]], [[Danmark]] og [[Frakland]]. Í útflutningshagtølunum sæst eisini, at útflutningurin til bæði [[Russland]] og [[Kina]] er øktur nógv í 2011.
 
2013 hevur verið eitt gott ár hjá laksaalarum, og tað verður møguliga tað besta nakrantíð. Nýtslan av laksi er økt munandi, tí at framleiðarar hava gjørt laks lættan at matgera, og laksur er tann fiskurin, sum fólk oftast hava í huganum, tá tey vilja hava fisk. "Laksur hevur fingið eina serliga støðu á marknaðinum, tí at nógv fólk velja laks framum onnur fiskasløg. Tí hevur laksur eisini eina bjarta framtíð fyri framman", segði Bjørn-Erik Stabell í Norges Sjømtråd í 2013 <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/vilja-hava-meira-laks/</ref>. Hann væntar, at vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árini. "Eftirspurningurin eftir laksi fer at økjast meira komandi 15 árini, enn hann hevur gjørt seinastu 15 árini. Vit vænta tí, at alivinnan hevur møguleika at vaksa enn meira, men tað fer at seta sera stór krøv til okkum sum vinna", segði Stabell. Hann vísti á nakrar orsøkir til, at eftirspurningurin fer at økjast komandi árini. Ein týðandi orsøk er tann vaksandi miðalklassin. "Tann vaksandi miðalklassin kring heimin er ein týðandi orsøk til øktan eftirspurning. Tá fólk hava ráð, vilja tey fegin vísa tað við at keypa laks", segði eisini Stabell.