Munurin millum rættingarnar hjá "Laksur"

Content deleted Content added
sNo edit summary
meira tekst
Linja 3:
 
Hann er fram við landi og á víðum havi, frá [[Portugal|Norðurportugal]] til Hvítahavið. Í Eystarasalti, við [[Bretland|Bretsku Oyggjarnar]], undir [[Føroyum]], [[Ísland]]i, við [[Jan Mayen]] og í [[Grønland]]i. Hann er frá [[Nýfundland og Labrador|Nýfundlandi og Labrador]] í [[Kanada]] til [[Connecticut]] í [[Nýongland]]i. Eisini í áum og vøtnum í hesum somu londum.
 
Tað eru fleiri ymisk sløg til av laksi, summi sløg ferðast langa leið, meðan onnur sløg liva alt lívið í feskum vatni. Laksur verður føddur í feskum vatni og tey sløgini sum ferðast langt svimur síðan út til opið hav og so venda teir aftur til fekst vatn, tá ið teir skulu gýta. Tað sigst, og kanningar hava eisini víst at tað er so, at laksurin vendir aftur til júst sama stað, har ið hann varð føddur, fyri at gýta.
 
Nógva staðni í heiminum verður laskur aldur í stórum aliringum, smoltið verður fyrst framleitt í feskum vatni, og síðan verður fiskurin settur út í aliringar, tá hann er klárur til tað, har verður hann fóðraður og at enda tikin og slaktaður, hagreiddur og síðan seldur og ofta útfluttur. Í Føroyum hevur tað verið vanligt at ala laks síðan 1970-árini og henda vinnan hevur ment seg nógv síðan tá og er nú ein av høvuðsvinnunum í landinum.
 
== Vinnuligi týdningur ==
Line 8 ⟶ 12:
Laksur hevur stóran vinnuligan týdning. [[Marine Harvest]] framleiðir fjórða hvønn laks, 25 prosent, í heiminum <ref>http://exchanges.nyx.com/en/new-york-stock-exchange/marine-harvest-celebrates-its-listing-nyse</ref>. Fyritøkan hevur virksemi í 22 londum, og av hesum er millum annað [[Fiskaaling|aling]] í [[Føroyum]]. Starvsfólkini hjá Marine Harvest eru 10.400 í talið um allan heimin. Størsti eigarin í Marine Harvest er John Fredriksen, ið er uppvaksin í arbeiðarabýarpartinum Vålerenga í [[Oslo]], men sum hevur bygt seg upp til at vera ein av heimsins ríkastu monnum. Marknaðarvirði á Marine Harvest er í løtuni knappar 28 milliardir krónur <ref>http://www.dagbladet.no/2014/01/28/nyheter/laks/oppdrett/marine_harvest/john_fredriksen/31513382/</ref>.
 
Í 2011 var laksur heili 34 % av samlaða føroyska vøruútflutninginum í virði of í 2013 varð virðið av tí útflutta laksinum í Føroyum 43 % av samlaða útflutninginum<ref>[http://www.hagstova.fo/portal/page/portal/HAGSTOVAN/Hagstova_Foroya/news_repos/%DAtflutningur%20des.%202013 Hagstova.fo, Uppsjóvarfiskur og laksur tveir triðingar av fiskaútflutninginum]</ref>, harvið er laksur Føroya størsta einstaka útflutningsvøra <ref>http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=32&Action=1&NewsId=675&PID=4786</ref>. Prísfalli á heimsmarknaðinum seinnu helvt í 2011 sæst aftur í hagtølunum. Nøgdin av útfluttum laksi er økt 29 %, meðan samlaða virði bert økti 10 % í 2011. Størsti marknaðurin fyri føroyskan alifisk er sambært hagtølunum [[USA]]; føroyskur laksur hevur gott orð á sær í USA. Føroyska alivinnan útflutti næstan 350 milliónir krónur av laksi til USA í 2010, tað vil siga at fjórði hvør føroyskur laksur endaði í USA. Eftir USA kemur [[Týskland]], [[Stóra Bretland]], [[Danmark]] og [[Frakland]]. Í útflutningshagtølunum sæst eisini, at útflutningurin til bæði [[Russland]] og [[Kina]] er øktur nógv í 2011.
 
2013 hevur verið eitt gott ár hjá laksaalarum, og tað verður møguliga tað besta nakrantíð. Nýtslan av laksi er økt munandi, tí at framleiðarar hava gjørt laks lættan at matgera, og laksur er tann fiskurin, sum fólk oftast hava í huganum, tá tey vilja hava fisk. "Laksur hevur fingið eina serliga støðu á marknaðinum, tí at nógv fólk velja laks framum onnur fiskasløg. Tí hevur laksur eisini eina bjarta framtíð fyri framman", segði Bjørn-Erik Stabell í Norges Sjømtråd í 2013 <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/vilja-hava-meira-laks/</ref>. Hann væntar, at vøksturin í eftirspurninginum fer at halda fram komandi árini. "Eftirspurningurin eftir laksi fer at økjast meira komandi 15 árini, enn hann hevur gjørt seinastu 15 árini. Vit vænta tí, at alivinnan hevur møguleika at vaksa enn meira, men tað fer at seta sera stór krøv til okkum sum vinna", segði Stabell. Hann vísti á nakrar orsøkir til, at eftirspurningurin fer at økjast komandi árini. Ein týðandi orsøk er tann vaksandi miðalklassin. "Tann vaksandi miðalklassin kring heimin er ein týðandi orsøk til øktan eftirspurning. Tá fólk hava ráð, vilja tey fegin vísa tað við at keypa laks", segði eisini Stabell.
 
Í 2013 framleiddu Føroyar góð 62.000 tons av alifiski, í 2011 og 2012 var bert laksur aldur, í 2013 var eitt sindur av aldum sílum, tó bert 72 tons, so tað er ein sera lítil partur av samlaðu nøgdini.<ref>[http://www.industry.fo/Default.aspx?ID=32&Action=1&NewsId=1108&PID=4786 Industry.fo, Alivinnan framleiddi góð 62.000 tons av laksi í 2013]</ref> Av hesum vóru 58.903 tons útflutt í 2013 til eitt virði á 2.455 mia. Nøgdin av útfluttum alifiski var eitt vet lægri enn í 2012, men virði var nógv økt. Alifiskur, tvs. laksur, var størsta útflutningsvøra hjá Føroyum í 2013.<ref>[http://kvf.fo/greinar/2014/01/21/alifiskur-storsta-utflutningsvora-hja-foroyum kvf.fo, Alifiskur størsta útflutningsvøra hjá Føroyum]</ref>
 
== Kelduávísingar ==