Munurin millum rættingarnar hjá "Laksur"

Content deleted Content added
Stovnaði síðu við "thumb|right|250px|Atlantiskur laksur (frøðiheiti ''Salmo salar''). '''Laksur''' (Latínskt mál|lat..."
 
sNo edit summary
Linja 2:
'''Laksur''' ([[Latínskt mál|latínsnkt]] ''Salmo'': laksaættin) er smidligur [[fiskur]]. Hann hevur eina ryggfjøður mitt á bakinum, eina lítla fitifjøður aftarlaga móti klingruni og eina gotfjøður, har aftari endi er umleið undir fitifjøðurini. Sterturin er nakað innbogin. Strikan er bein. Siljafiskar fáa stóran krók á undirkjaftin í gýtingartíðini um heystið. Kjaftbeinini røkka umleið inn undir aftaru rond á eygunum. Laksur kann verða mistikin fyri [[sjósíl]]. Laksur hevur úr 10 upp í 13, vanliga 11, roðslur frá fitifjøðurini til strikuna. Á fremsta táknaboga, inni í boganum, eru táknatindarnir allir rættiligir tindar. Laksur er svartbláur um bakið, silvurskínandi um síðurnar, og undir búkinum er hann hvítligur, rómalittur. Ójavnir, svartir blettir eru um síðurnar, á kápuni og kjálkunum. Í gýtingartíðini um heystið skiftir laksur lit og verður brúnligur við blettum. Fiskurin í laksi er ljósareyður. Umframt at vera í áum og vøtnum er laksur eisini í [[Sjógvur|sjónum]], úr vatnskorpuni og niður á kanska 140 m., og helst eisini djúpari. Tað er óvist, um laksur fyrr í tíðini hevur verið í [[Áir í Føroyum|føroyskum áum]], men laksurin nú í tíðini er innfluttur úr útlondum og settur út í ávísar áir her. Hann verður upp í 150 cm langur.
 
Hann er fram við landi og á víðum havi, frá [[Portugal|Norðurportugal]] til Hvítahavið. Í Eystarasalti, við [[Bretland|Bretsku Oyggjarnar]], undir [[Føroyum]], [[Ísland]]i, við [[Jan Mayen]] og í [[Grønland]]i. Hann er frá [[Nýfundland og Labrador|Nýfundlandi og Labrador]] í [[Kanada]] til [[Connecticut]] í [[New EnglandNýongland]]i. Eisini í áum og vøtnum í hesum somu londum.
 
== Vinnuligi týdningur ==