Munurin millum rættingarnar hjá "HM í svimjing 2011"

Content deleted Content added
Addbot (kjak | íkøst)
s Bot: Migrating 1 interwiki links, now provided by Wikidata on d:q330343 (translate me)
sNo edit summary
Linja 1:
'''HM í svimjing og øðrum vatnítrótti (2011 World Aquatics Championships)''' var í [[Shanghai]] í [[Kina]] í døgunum 16. til 31. juli 2011. [[Føroyar]] var umboðað av einum svimjara, tað var [[Pál Joensen]] úr [[Susvim]], sum kláraði seg sera væl, hann svam í tveimum kappingum og kvalifiseraði seg til finaluna í báðum kappingunum, nevniliga í 800 frí, har hann svam við næstbestu tíðini í innleiðandi og gjørdist nummar 5 í finaluni og í 1500 frí, har hann svam við sættbestu tíð í innleiðandi og gjørdist nummar fýra av øllum, bert 0,67 sekund frá bronnsu heiðursmerki. Tríggjar ferðir setti hann norðurlendskt met, einaferð í 800 metrum frí<ref>[http://www.svimjing.com/2011/07/26/story/pal-vidari-i-800-fri-finalu-vid-nyggjum-nordurlenskum-meti Svimjing.com, Pál víðari í 800 frí finalu við nýggjum norðurlenskum meti]</ref> og tvær ferðir í 1500 m frí. Við tíðini 14:46,33 hevur Pál væl og virðiliga kvalifisera seg til [[Summar-OL 2012]] í [[London]]. Hann svam nevniliga 25 sekundir undir kravtíðina til OL sum er 15:11,83. [[Pál Joensen]] svimur fyri [[Danmark]] til [[Summar-OL 2012]], hann er til nú (5. august 2011) einasti maður úr danska ríkinum, sum hevur svomið nóg skjótt til at kvalifisera seg til OL á júst hasum teininum. Pál svimur eisini skjótt á 800 metrum frí, men tað er ikki ein olympisk disiplin. Danin [[Mads Glæsner]] hevur kvalifiserað seg til 400 metrar frí, men var eitt sekund ov seinur til HM 2011 í Shanghai til tess at kvalifisera seg til [[Summar-OL 2012]], hann kann tó náa tað enn. Men Pál sær út til at vera besta boð uppá danskt heiðursmerkið hjá monnum í 1500 metrum frí, tað metti Allan Nielsen, sum skrivaði fyri Politiken á HM 2011 í [[Shanghai]].<ref>[http://politiken.dk/sport/ECE1349862/faeroeske-pl-straalede-bag-en-verdensrekord/ Politiken.dk]</ref>
Tað vóru 18 tjóðir við 2220 ítróttarfólkum sum luttóku á HM stevnuni í svimjing og vatnítrótti 2011 í Shanghai. Næsta HM í svimjing varðureftir hesa var í [[Barcelona]] í 2013.
 
== Tíðarskrá ==