Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Linja 113:
 
==== Handilsviðurskifti ====
 
[[Mynd:Seabirds_longlinersm.jpg|thumb|right|220px|Føroyski útflutningurin til Russlands er fleirfaldaður frá 2007 til 2012 <ref>http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html</ref><ref>http://docreader.readspeaker.com/docreader/index.php?jsmode=1&cid=btsjm&lang=en_us&url=http%3A//www.tinganes.fo/Admin/Public/DWSDownload.aspx%3FFile%3D%252fFiles%252fFiler%252fPHJ+f%2526iacute%253blur%252fKopi+af+Import+Export+Russia+FO.pdf&referer=http%3A%2F%2Fwww.tinganes.fo%2FDefault.aspx%3FID%3D10768%26PID%3D10768%26NewsID%3D5405%26Action%3D1&v=</ref>.]]
[[Mynd:Thyme_and_Garlic_Grilled_Salmon_with_Mango_Salsa,_Rosemary_Potatoes_and_Snow_Peas_(297986190).jpg|thumb|right|220px|Stóri vøksturin í útflutninginum til Russlands er aldur laksur og uppsjóvarfiskur <ref>http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html</ref>.]]
[[Føroyar]] hava í nógv ár arbeitt við at betra um handilsviðurskiftini við Russland. Føroyar og Russland royndu í fleiri ár at fáa ein handilssáttmála landanna millum, men tað eydnaðist kortini ongantíð at koma endaliga á mál, tí Russland millum annað knýtti ætlaða [[WTO]]-limaskapin at handilssáttmálnum. Úrslitið var, at Føroyar gjørdu ein sáttmála við Russland, sum byggir á grundregluna hjá WTO um "Most Favoured Nation Treatment". Sáttmálin kom í gildi í 2006 <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/tad-lysir-i-eystri/</ref>. Roknað í mun til samlaða føroyska útflutningin fara góð átta prosent av øllum føroyskum útflutningi til Russlands, tað vísa tøl hjá Hagstovu Føroya <ref>http://aktuelt.fo/handilsstongsulin+russland+tridstorsti+markadur+hja+foroyum.html#.Ux9sleddXv0</ref>. Og ikki nokk við tí: seinastu árini er útflutningurin til Russlands nevniliga øktur við rúkandi ferð. Áðrenn 1992 útfluttu Føroyar als einki til Russlands. Og næstu nógvu árini sveiggjaði føroyski útflutningurin til henda risastóra marknað millum tríggjar og 40 milliónir krónur. Í 2005 fór føroyski útflutningurin til Russlands upp um 100 milliónir krónur, men tað var ikki fyrr enn í 2011, at tølini fóru beint upp í loft. Í 2011 útfluttu føroyingar fyri 420 milliónir krónur til russiska marknaðin og í 2012 útfluttu Føroyar fyri 463 milliónir krónur. Hesi bæði árini hækka tølini upp í 7,77 prosent av samlaða útflutninginum í 2011 og upp í 8,43 prosent av samlaða útflutninginum í 2012. [[Laksur]] var tað, sum Føroyar útfluttu mest av til Russlands í 2012. Samanlagt útfluttu føroyskar fyritøkur laks fyri 196 milliónir krónur til Russlands í 2012. Næst á listanum var sild, tí í 2012 keyptu russar sild úr Føroyum fyri 123 milliónir krónur. Á triðja plássi kom [[makrel]]ur við 61 milliónum krónum.
 
Line 121 ⟶ 119:
 
==== Sendistovan ====
[[Mynd:Thyme_and_Garlic_Grilled_Salmon_with_Mango_Salsa,_Rosemary_Potatoes_and_Snow_Peas_(297986190).jpg|thumb|right|220px|Stóri vøksturin í útflutninginum til Russlands er aldur laksur og uppsjóvarfiskur <ref>http://www.nordlysid.fo.php53-6.dfw1-1.websitetestlink.com/tad+lysir+i+eystri.html</ref>.]]
 
Føroyar fáa sendistovu í [[Moskva]] í 2014 <ref>http://kvf.fo/greinar/2013/12/18/foroyar-faa-sendistovu-i-moskva</ref>. Løgmaður vil styrkja handilsviðurskiftini við Russland, og tí sambandi vil løgmaður hava eina sendistovu Moskva. "Sendistovan í Russlandi verður eitt týdningarmikið amboð hjá Føroyum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond", segði Johannesen. "Russland hevur alsamt størri týdning fyri Føroyar og landsstýrið staðfestir, at tað er týdningarmikið at vit hava okkara egnu umboð á staðnum, sum tryggjar støðugt samband og samstarv við russiskar myndugleikar og tollsamgongur um marknaðaratgongd og um at fáa fríhandilssáttmála", sigur landsstýrið. Í hesum sambandi hugsar landsstýrið sær, at føroysk umboð í Moskva skulu byggja upp gott samband við matvørumyndugleikar, tollmyndugleikar, vinnufeløg, myndugleikar og politikarar í Moskva, [[Kiev]], [[Minsk]], [[Kaliningrad]], Astana, [[Murmansk]] og [[Arkhangelsk]] <ref>http://www.in.fo/news-detail/news/foeroysk-sendistova-i-moskva-naesta-ar/</ref>. Landsstýrið segði, at Vinnuhúsið tekur undir við ætlanini at hava føroyska sendistovu í Moskva. Áhugin fyri at keypa fiskavørur úr Føroyum er vaksandi í hesum londum, serliga fáa Russland og [[Ukreina]] størri og størri týdning fyri føroyskan útflutning, eina mest uppisjóvarfisk og laks. Landsstýrið sigur, at tí er neyðugt at bøta um marknaðaratgongdina hjá føroyskum útflytarum.