Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Linja 87:
 
Mannarættindafelagsskapurin, [[Amnesty International]], óttast fyri størri valdsmisnýtslu og fleiri mannarættindabrotum eftir at stjórnin hevur handtikið yvir 200 mannarættindastríðsfólk og tíðindafólk í 2014<ref>http://www.amnesty.no/aktuelt/over-200-demonstranter-arrestert</ref>. Amnesty sigur, at hóphandtøkan er dømið um kúgandi politikkin hjá russiska stjórnini mótvegis fólkaræðuliga andstøðuni í landinum.
 
==== Samkynd ====
[[Mynd:Russian_Embassy_in_Helsinki,_LGBT_pavement.jpg|thumb|right|250px|Russland hevur verið í heimsins miðlum í 2014, tí samkynd og transpersónar ofta verða illa viðfarin í landinum.]]
Altjóða felagsskapurin fyri samkynd, tvíkynd og tvørkynd, ILGA, hevur samanborið rættindini hjá hesum minnilutabólkum. Í hesum sambandi hevur felagsskapurin sett ein lista upp upp við 46 punktum yvir ymisk øki, har munur er á javnrættindum hjá [[samkyn]]dum, [[tvíkynd]]um og [[tvørkynd]]um, og øðrum fólkum. [[Stórabretland|Bretland]] veitir heili 77 % av øllum ásettu rættindunum til sínar samkyndu, tvíkyndu og tvørkyndu borgarar. Tætt í hølinum á Stórabretlandi, eru flestu londini í [[Vesturevropa]] <ref>http://www.thegayuk.com/magazine/4574334751/NEWS-UK-Tops-The-List-Of-Best-Place-For-LGBT-People-To-Live-In-Europe/5691495</ref>. Longur eystur vit fara, verri verður støðan. Allar ringast stendur til í [[Russland]]i, sum einans uppfyllir 7 % av ásetingunum hjá ILGA-Europe <ref>http://www.independent.com.mt/mobile/2013-05-20/news/gay-marriage-a-step-too-far-for-malta-1634992129/</ref>. Men hetta yvirlitið er gjørt áðrenn lógin í 2013 kom í gildi, sum eitt nú bannar Pride-skrúðgongum og annars allar jaligari umtalu av samkyndum í Russlandi. Í [[St. Pætursborg]] og fleiri øðrum russiskum landspørtum eru lógir samtyktar, sum banna positivari umtalu av samdkyndleika. <ref>http://www.gaysir.no/artikkel.cfm?CID=15219</ref> Grundgevingin fyri tí lógini var, at hon skal verja ung og børn. Tískil verður russiska prosenttalið uttan iva enn lægri í 2014.
 
==== Talu- og skrivifrælsi ====