Munurin millum rættingarnar hjá "Russland"

Content deleted Content added
Mannarættindi
Linja 88:
Mannarættindafelagsskapurin, [[Amnesty International]], óttast fyri størri valdsmisnýtslu og fleiri mannarættindabrotum eftir at stjórnin hevur handtikið yvir 200 mannarættindastríðsfólk og tíðindafólk í 2014<ref>http://www.amnesty.no/aktuelt/over-200-demonstranter-arrestert</ref>. Amnesty sigur, at hóphandtøkan er dømið um kúgandi politikkin hjá russiska stjórnini mótvegis fólkaræðuliga andstøðuni í landinum.
 
===== Talu- og skrivifrælsi ====
 
,,Álopini á mannarættindastríðsfólk og óheft tíðindafólk, sum hava verið seinastu tíðina, vísa vandan, sum hesi eru fyri í sambandi við arbeiði sítt,” segði [[Amnesty International]] í oktober mánaði í 2009 í sambandi við 2-áradagin fyri, at óhefta tíðindakvinnan [[Anna Politkovskaya]] varð myrd <ref>http://www.amnestyusa.org/our-work/cases/russia-anna-politkovskaya</ref>. Harvið verður heitt á russisku myndugleikarnar um at steðga revsifrælsi fyri mannarættindabrot móti mannarættindastríðsfólki og fjølmiðlum. Í einum landi, har [[sjónvarp]] og fleiri aðrir fjølmiðlar eru stýrdir av statinum, er minni og minni pláss fyri óheftum tíðindaflutningi. Tey tíðindafólk, sum royna at arbeiða óheft, verða forðað í at fremja professionella arbeiði sítt og eru í vanda fyri hóttanum og at verða rættarsókt. Til dømis bleiv radiostøðin Ekho Moskvy fleiri ferðir biðin um at útflýggja útskriftir av sendingum sínum til skrivstovuna hjá statsadvokatinum í sambandi við kanningar av uppáhaldinum um, at støðin hevði sent víðgongd sjónarmið. Møguleikarnir fyri at bera fram atfinningarsom sjónarmið eru stigvíst og í alt størri mun blivnir avmarkaðir í Russlandi seinnu árini.
 
==== Samkynd ====